P/F Havsbrún fingið nýggja umhvørvisgóðkenning
Mjøl- og lýsideildin hjá P/F Havsbrún tekur í høvuðsheitum ímóti uppsjóvarfiski og slógvi av uppsjóvarfiski, og framleiðir fiskamjøl og fiskalýsi burtur úr hesum. Harafturat framleiðir fóðurdeildin hjá Havsbrún fiskafóður burtur úr fiskamjøli og –lýsi, umframt at Havsbrún innflytur korn, plantumjøl, plantuolju o.a. í leysum til hesa framleiðsluna. Havsbrún útflytur eisini fiskamjøl í leysum.
Í viðgerðini av umhvørvisgóðkenningini er dentur lagdur á at minka um útlát av royki, dusti, lukti, larmi og spillvatni frá virkseminum, og at minka um árin frá dálking av olju, lýsi og kemikalium vegna óhapp. Metingin av umhvørvisviðurskiftum er grundað á, at P/F Havsbrún kann taka ímóti umleið 450.000 tonsum av feskum fiski og framleiða 140.000 tons av fiskamjøli og –lýsi, umframt 150.000 tons av fiskafóðri um árið.
Góðkenningin er almenn og kann síggjast her
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 21. juni 2017.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvard Fjallstein, telefon 342400 ella us@us.fo