Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Ozonreglur ávegis

Uppskot til kunngerð um útfasing av nýtslu av ozonoyðandi evnum er sent til hoyringar

Høvuðsreglan í kunngerðini er eitt generelt forboð ímóti at framleiða, innflyta, útflyta, marknaðarføra og brúka ozonoyðandi evni ella vørur og útbúnað, ið innihalda ozonoyðandi evni
Eins og í norðurlondum og ES eru undantøk gjørd til høvuðsregluna. Millum annað er loyvt at innflyta og marknaðarføra nýframleitt HCFC-22 (R-22) fram til 1. januar 2011 og endurvirkað HCFC-22 fram til 31. desember 2014.

Endamálið við kunngerðini um ozonoyðandi evni, er sostatt at seta í gildið altjóða reglur fyri Føroyar, ið Føroya Løgting hevur samtykt. Montreal protekollin regulerar evni, ið bróta niður ozonlagið, meðan Annex VI í MARPOL sáttmálanum regulerar útlát av ozonoyðandi evnum frá skipum.

Ásetingarnar í uppskotinum til kunngerð um ozonoyðandi evni fara at viðføra, at Føroyar fara at hava reglur um ozonoyðandi evni, ið eru á sama støði sum okkara grannalond.

Umhvørvisstovan hevur gjørt uppskotið til kunngerð eftir áheitan frá landsstýriskvinnuni við umhvørvismálum. Tú kanst lesa uppskotið, sum er sent til hoyringar, við at trýsta her.

Møgulig hoyringssvar skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 1. november 2010.

Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Jóhonnu Olsen, deildarleiðara, tlf. 342442, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.