Ozonoyðandi kølievni sent av landinum aftur
Herfyri varð ein sending við íalt 1.800 kg av R-22 - sokallað "freon" - sum var komin ólógliga til landið, send av landnum aftur.
Talan er um kølievnið R-22 (HCFC-22), ið var komið við fraktskipi úr Danmark til Føroyar til ein grønlendskan trolara, sum tá var í Føroyum, m.a. fyri at fáa kølievni og aðra útgerð umborð.
R-22 er eitt ozonoyðandi evni, sum sambært kunngerðini um ozonoyðandi evni, ikki er loyvt at innflyta, uttan so, at talan er um endurvirkað kølievni, sum merkir, at kølievni hevur verið brúkt áður, er uppsamlað úr køliskipan og reinsað so væl, at tað kann brúkast aftur.
Tá tollvaldið varnaðist fløskurnar við R-22, varð Umhvørvisstovan fráboðað. Eitt eftirlit á kaiini staðfesti, at talan var um nýframleitt R-22 (ikki endurvirkað), og sostatt um ólógligan innflutning. Harumframt hevði innflytarin ikki fingið innflutningsloyvi frá Umhvørvisstovuni, sum eisini er krav.
Umhvørvisstovan heitti á tollvaldið um at skipa fyri, at vøran varð send aftur hagani hon kom. Sambært tolllógini skal vøra, sum er komin ólógliga til Føroya, annaðhvørt fyribeinast ella sendast aftur, hagani hon kom frá. Fløskurnar við R-22 fóru av landinum tann 26. apríl 2014.
Í flestu londum í heiminum er bann fyri at innflyta og brúka nýframleitt R-22 og onnur kølievni, sum skaða ozonlagið. Endurvirkað kølievni kann tó innflytast við serligum loyvi til 31. desember 2015, tá fullkomið bann verður sett fyri hesum evnum.
Seinnu árini hava fleiri dømi verið um ólógligan innflutning av nýframleiddum kølievni til Føroya. Av tí at nýframleitt R-22 er munandi bíligari enn endurvirkað R-22, er nógvur ólógligur handil við nýframleiddum R-22, ikki bara í Føroyum, men um allan heim.
Les meira um ozonoyðandi evni her
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen, málsviðgera á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo