Ozonlagið kann verjast betri
Í 1997 tóku Føroyar undir við Montreal-protokollini. Tað er ein avtala um at minka útlátið av evnum, ið oyðileggja ozonlagið. Seinastu tølini vísa, at Føroyar framvegis flyta lutfalsliga stórar mongdir av ozonoyðarum inn. Tað kemst yvirhøvur av, at nýggjar avmarkandi reglur mangla
Montreal-protokollin, sum varð samtykt fyri júst 20 árum síðan, hevur á mangan hátt verið ein sólskinssøga. Nærum øll heimsins lond – 191 tilsamans – hava bundið seg til protokollina, og tað hevur eydnast at minka útlátini av ozonoyðandi evnum næstan 95 prosent, síðan protokollin varð samtykt. Ozonlagið verjur okkum fyri skaðiligari geisling frá sólini og fyribyrgir sjúkum sum húðkrabba og eygnasjúkum. Heimsheilsustovnurin WHO hevur mett, at Montreal-protokollin fram til 2050 hevur vart fyri 20 milliónum tilburðum av krabba og 130 milliónum tilburðum av eygnasjúkum.
Hóast Føroyar eru millum londini, ið hava bundið seg til Montreal-protokollina, kunnu vit ikki erpa okkum av at hava gjørt nóg mikið til at minka um útlátið av ozonoyðandi evnum. Nakað er tó gjørt, og fyrsta stigið var at fáa skrásett hvussu stór nýtslan er.
Fyrstu tølini eru frá 2003. Tá var útlátið umleið 2,3 sokallað ODP tons. Meginparturin av evnunum er kølievni. Seinastu tølini vísa, at útlátið í fjør var minkað niður í 1,9 ODP tons. Tað er framvegis er eitt sera stórt tal, sammett við eitt nú Danmark og Norra.
Køliskipanir á skipum
Størsta nýtslan av ozonoyðarum hjá okkum er evnið HCFC-22, eisini nevnt R-22. Tað verður fyri stóran part verður brúkt sum kølievni til køliskipanir umborð á skipum. Seinastu tølini fyri hesa nýtslu vísa, at tað framvegis verða fluttar størri nøgdir av ozonoyðandi kølievnum inn, enn tað átti at verið samanborið við talið á skipum við køliskipanum. Hetta kemst lutvíst av, at fleiri skip hava eldri og skeivar R-22-skipanir. Tað ber í sær, at kølievnið lekur út, og tískil er við til at oyða ozonlagið. Ein onnur grund til, at vit flyta størri mongdir av ozonskaðiligum evnum inn enn okkum tørvar, er, at evnini eisini verða seld útlendskum skipum.
Føroyar hava við Montreal-protokollini bundið seg til at minka nýtsluna og so líðandi skifta skaðiligu evnini út við evnir, ið ikki skaða ozonlagið, at skráseta allan innflutning, útflutning og nýtslu av evninum og til ikki at selja slík evni til lond, ið ikki eru partur av sáttmálanum.
Í september í fjør var verkstova, har vinnan og Umhvørvisstovan hittust at kjakast um, hvussu skipini, ið eru atvoldin til meginpartin av útlátinum, kunnu minka nýtsluna, til dømis við at leggja um til umhvørvisvinaligari tøkni.
Danska fyritøkan Plan Miljø, hevur í samstarvi við Umhvørvisstovuna staðið fyri verkætlanini.
Meira fæst at vita við at venda sær til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen, umhvørvisviðgera á tlf 342400.
* ODP = Ozone Depletion Potentiale (ozon-oyðandi megi)
Slóðir
Frágreiðing um Montrealprotokollina frá Norðurlendska Ráðharraráðnum kann lesast her
Les meira um ozon-oyðandi evni á heimasíðu okkara her