Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Øskan ferðast yvir okkum

Øskuskýggið frá Eyjafjallajøkulinum, sum flytir seg yvir evropiska meginlandi, hevur elvt til ampa hjá fólki, eisini í Føroyum.

Og hetta er ikki uttan orsøk, tí luft, ið er dálkað við bitlum (partiklum) er ikki vandaleys at anda í seg.

Tíanverri er eingin kanningarstøð í Føroyum, har fylgt verður við, hvussu nógvir bitlar eru í luftini. Men grannalondini Norra og Danmark hava fleiri slíkar støðir, og sambært norska Klima- og forureningsdirektoratet og Danmarks  Miljøundersøgelser, er eingin grund hjá normonnum og dønum at hava ampa av øskuni úr Íslandi. 

Í sambandi við, at Umhvørvisstovan hevur fingið fyrispurningar um íslendsku øskuna, bæði frá fjølmiðlum og fólki annars, hava vit hugt eftir, hvat aðrir myndugleikar og stovnar siga á sínum heimasíðum.

Á heimasíðuni hjá Danmarks Miljøundersøgelser sæst, hvussu skýggið hevur flutt seg (útrokningar). Teir meta, at bert eitt lítið sindur av øskuni kemur niður á danska jørð, tó ikki í nøgdum, sum eru skaðiligar fyri heilsuna. Grafiska lýsingin vísir øskusúluna frá jørðini upp í 20 km. hædd og kann hon síggjast her.

Á heimasíðuni hjá Danmarks Meterologisk Institutt verður millum annað nærri greitt frá, hvat øskuskýggið inniheldur. Sagt verður, at øskan, sum ferðast millum 6 og 11 km uppi í luftini, mest inniheldur silikatbitlar og at bert sera lítið av hesum kemur niður á jørðina, uttan tá tað regnar, og tá er hon óskaðilig. Umframt silikatbitlar eru mest vanligu dálkingarevnini í gosøsku svávuldioxid (SO2), fluorid og saltsýra. Les meira her

Trýst her og fylg við luftgóðskuni í Danmark

Eisini í Norra meta umhvørvismyndugleikarnir at heilsuvandin, tey støðini øska kemur niður á jørðina, er lágur. Sí her á heimasíðuni hjá Klima og forurensingsdirektoratet.

Trýst her og fylg við luftgóðskuni í Norra. Enn tykist einki benda á ringa luftgóðsku á kanningarstøðum í Norra.

Dentur skal her verða lagdur á, at Umhvørvisstovan ikki ráðgevur í spurningum um heilsuviðurskifti hjá fólki. Um Landslæknin metir, at tað er neyðugt við tiltøkum, verður almenningurin kunnaður um tað. Landslæknin hevur sent út tíðindaskriv í dag, sí her.
 

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo