Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Onki tilfar afturfunnið

Tilfarið frá dýping við bingjuhavnina á Oyrareingjum verður ført burtur við rákinum og sæst tí ikki aftur á aftursøkkingarstaðnum á botni millum Stong og Eystnes.

Í sambandi við útdýping av bingjuhavnini á Oyrareingjum, fekk Tórshavnar havn loyvi at aftursøkkja uppgrivna tilfarið á einum øki millum Stong og Eystnes, sum áður hevur verið nýtt til at søkkja skipsvrak. Loyvið umfataði aftursøkking av tilsamans 120.000 m3 sum skuldi aftursøkkjast á 120 metra dýpi.

Kanningin var ein treyt
Í loyvinum varð sett ein treyt til Tórshavnar havn um at kanna botnin á aftursøkkingarstaðnum og í økinum rundanum. Hetta fyri at kanna møgulig árin á staðnum og har í nánd.
Úrslit frá kanningini eru nú tøk í frágreiðing frá Kára Purkhús, lívfrøðingi.

Kanningarúrslitini eru í samsvar við fakligu ráðgevingina
Kanningin byggir á sýni tikin við grabbi og videomyndir av botninum. Úrslitini vísa, at botnurin var harður og onki sediment kom í grabban. Tað, sum kom í grabban vóru smásteinar og nakað av øðu, krabba og gágguskel. Hetta samsvarar við teldusimuleringar av rákinum á leiðini við aftursøkkingarstaðið, ið vísa at rákið kann vera sera hart.

Kanningin afturvísir mótmæli
Eitt mótmæli var ímóti at aftursøkkja so stórar nøgdir á einum stað,, við tí grundgeving, at hetta kundi elva til skaða fyri lívið í sjónum og niðri á botni á aftursøkkingarstaðnum og nærhendis.  Fiskirannsóknarstovan og Havlívfrøðiliga royndarstøðin mettu, at eingin stórvegis vandi fór at standast av aftursøkkingini, hvørki fyri lívið í sjónum ella á botni.
Niðurstøðan er tí, at aftursøkta tilfarið verður ført burtur við rákinum og tessvegna ikki hevur nakað árin á djóralívið í sjónum ella á botni har tilfarið varð søkt ella nærhendis.
Kanningin hevur tí staðfest metingarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni og Havlívfrøðiligu royndarstøðini – og afturvíst mótmælið.
Les her eldri tíðindastubbar um sama mál:

Dagfesting: 19. desember 2006: Botntilfar av Kollafirði aftursøkkjast millum Stong og Eystnes

Dagfesting: 14. juni 2007: Er aftursøkking av botntilfari nøkur náttúruvanlukka?
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf.  342400 , ella Suna Petersen, tlf.  342442