Oljugoymslur hjá Magn umhvørvisgóðkendar
Umhvørvisstovan hevur hin 16. september 2015 veitt oljugoymslunum hjá P/F Magn á Viðarnesi í Tórshavn og við Grótrætt í Klaksvík umhvørvisgóðkenning.
Á Viðarnesi í Tórshavn tekur P/F Magn ímóti gassolju og dieselolju frá tangaskipum og veitir gassolju til skip. Harafturat hevur Magn oljugoymslu í tangum, pumpustøð til tangabilar og goymslu av olju og kemikalia í smærri íløtum á staðnum.
Við Grótrætt í Klaksvík tekur P/F Magn ímóti gassolju og benzini frá tangaskipum og veitir gassolju til skip. Við Grótrætt hevur P/F Magn eisini oljugoymslu í tangum, pumpustøð til tangabilar og goymslu av olju og kemikalia í smærri íløtum.
Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á, at dálkandi evni ikki verða leidd út á sjógv og í umhvørvið annars, at virki hevur mannagongdir at fyribyrgja dálkandi óhappum og útgerð ella avtalu um tøka útgerð, um óhapp skuldi hent.
Almenn lýsing av góðkenningini í Klaksvík
Almenn lýsing av góðkenningini í Tórshavn
Les meira um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 30. oktober 2015.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvard Fjallstein, telefon 342400 ella us@us.fo