Oljudálkingin frá Kaptain Gorbachev
Í morgun, 18. apríl 2009, var millum lítið og einki at síggja av olju, og tí er átakið steðgað.
Oljudálkingin, sum stavaði frá russiska skipinum Kaptain Gorbachev, bleiv tíbetur ikki so umfatandi sum væntað varð. Longu seinnapartin fríggjadagin 17. apríl 2009 var munandi minni av olju at síggja. Tó fór oljan víða og fríggjakvøldið, 17. apríl 2009 var olja komin inn á Miðvág. Leygarmorgunin 18. apríl 2009 var millum lítil og eingin olja at síggja, og átaksleiðslan valdi tí at steðga átakinum. Enn kann tó roknast við, at olja kann koma fram onkustaðni.
Oljan, sum kom frá russiska skipinum, Kaptain Gorbachev hóskvøldið 16. apríl 2009 breiddi seg skjótt frá mitt í Nolsoyarfirði og suður móti Glyvurnesi og Kirkjubønesi og víðari til Hestfjørð. Eisini er nakað av olju farin norðureftir. Nakað av olju kom inn móti Kolturi og olja savnaðist eisini í urðini í Hesti. Olja lá á Hestfirði heilt norður til Norðradal og við vindi og rákinum endaði olja fríggjakvøldi eisini inni á Miðvági. Eini 200 litrar av olju eru tiknir upp á Miðvági, umframt at nakað av olju er tikin upp við súgvandi oljubasingarútgerð.
Ein landstilbúgvingarstøða
Eftir at tað hóskvøldi varð staðfest, at tungolja var komin frá russiska skipinum, og olja sást reka suðureftir, fóru myndugleikaumboð umborð at kanna skipið og dálkingingina. Eisini varð avgerð tikin um at hyggja eftir oljuútbreiðsluni tá tað lýsti. Tyrlan fór á flog kl. 6.30 fríggjamorgunin og staðfest var at oljan var farin víða. Eftir flúgvingina varð kallað inn til ein fund, har umboð fyri Innlendismálaráðið, Umhvørvisstovuna, Tórshavnar kommunu, Tórshavnar sløkkilið, Politiið, Fiskiveiðieftirlitið, Tilbúgvingarstovnin, Fróðskaparsetrið og Fuglafrøðifelagið vóru við. Semja var um, at oljudálkingin frá Kaptain Gorbachev var ein landsuppgáva og eitt átak mátti setast í verk.
Hereftir varð ein átaksleiðsla skipað við umboðum frá Innlendismálaráðnum, Umhvørvisstovuni, Fiskiveiðieftirlitinum, Tórshavnar kommunu, Løgregluni og Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Oljan er fordampað, spjadd, emulgerað og sokkin
Tá olja fer á sjógv breiðir hon seg skjótt og flytur seg við rákinum og vindinum. Nakað guvar burtur, meðan nakað klumpar seg saman og emulgerast, harav ein partur av hesum helst søkkur.
Eftir at hava siglt í økjunum, har oljan hevði breitt seg, er nú nærum eingin olja at síggja, og hevur átaksleiðslan tí avgjørt at steðga við átakinum.
Fyrireika sektaruppskot
Umhvørvisstovan er, saman við Innlendismálaráðnumí holt við at fyrireika eitt sektaruppskot við heimild í havumhvørvislógini. Upphæddin verður ásett í mun til nøgdina av olju, ið er farin á sjógv.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.