Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Oknarpar fingið 4 ungar

Aftur í ár hevur oknarparið (Cygnus cygnus), ið er á Gróðurstøðini í Mið Hoydølum, fingið ungar. 19. mai kom bøgan út við 4 ungum, eftir at hon legðist at bøla í viku 16.

Hettar er fjórða árið, at oknarparið hevur ungar. Áður hevur parið fingið ungar undan í 2004 (tá 1 ungi kom undan), í 2005 (3 ungar) og í 2006 (3 ungar). Í 2007 kom einki út.

Ungarnir frá undanfarnu árunum eru vorðnir merktir við beinringi, og síðani eru teir um heystið sleptir saman við villum oknum á Mjáuvøtnunum. Bert í tí eina førinum vita vit um, at ein av hesum ungunum framvegis er í Føroyum, hann hevur hildið til á eini trøð á Glyvrum og á Toftavatni. Hinir ungarnir eru helst farnir víðari saman við villini fuglunum.

Upprunaliga vóru oknirnar í tjarnunum í viðarlundini í Gundadali, men av tí, at steggin verjir reiðrið og ungarnar so væl, at hann kann tykjast áloypandi og naskur hesa árstíðina, hava fuglarnir hildið til í Hoydalshylinum á Gróðurstøðini síðani í 2004, har teir somuleiðis hava eina víða girðing at liggja á biti í. Nógvir barnagarðs- og skúlaflokkar koma at síggja fuglarnar, og heitt verður á tey, sum varða av børnunum, um at vísa varsemi og at ansa væl eftir ikki at órógva oknirnar.

Oknin verður søgd at hava verið búfuglur í bæði Føroyum, Hetlandi og Orknoyggjum í gomlum døgum, men at hon varð avoydd einaferð í 17. øld. Í Føroyum eru ikki minni enn 3 dalar, sum bera heitið Oknadalur (í Eysturoy, Vágoy og Sandoy); nakað ið kann stuðla uppundir frásøgnina um oknina sum búfugl her á landi.

Oknirnar í viðarlundunum eru villini fuglar, sum strandaðu her fyri fleiri árum síðani, fyrilagstar av sjúku o.ø. skaða. Bøgan er frá 1992 (varð tikin upp í Vági) og steggin frá 1996 (varð tikin upp í Sumba). Umframt at oknirnar eru til fragd hjá teimum vitjandi, kann alingin av ungunum møguliga verða viðvirkandi til, at onkrir teirra seinni, í kynsbúnum aldri, velja at búleikast í Føroyum heldur enn aðra staðni í Norðurhøvum; soleiðis at oknin einaferð aftur gerst búfuglur her á landi.

Í frágreiðingini hjá Føroya Fuglafrøðifelag nr. 1 í 2004, er grein á s. 16, sum viðgerð evnið.

 

Meira fæst at vita við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð, á tlf 342400.