Okkara fingið umhvørvisgóðkenning
Bryggjaríið Sp/F Okkara á Velbastað hevur nú fingið umhvørvisgóðkenning.
Í umhvørvisgóðkenningini verða treytir settar til millum annað spillvatn, óljóð og útlát til luft. Spillvatn skal leiðast gjøgnum hóskandi reinsiskipan, soleiðis at ásett markvirðir kunnu haldast, áðrenn tað verður leitt í kommunala kloakk. Harafturat skal reinsiskipanin røkjast soleiðis at hon altíð virkar til fulnar. Luftútlát mugu ikki elva til ampa, og treytir eru um skiljing, goymslu og avhendan av burturkasti.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Almenna lýsingin av góðkenningini hjá Sp/F Okkara er her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mánadagin 29. sept. 2010.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo