Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Økisfundur í Sandoynni um at fyribyrgja og týna rottu

Umhvørvisstovan skipaði týsdagin 19. januar fyri fundi við allar kommunurnar í Sandoynni um fyribyrging og týning av rottu. Fundurin var í Virkinum á Sandi. Hesin fundurin var hin fyrsti í eini røð av fundum, sum Umhvørvisstovan ætlar at hava við allar kommunur í landinum.

Endamálið við fundinum var at kunna kommunurnar um kunngerðina um fyribyrging og týning av rottu og  tær skyldur og uppgávur, sum eru álagdar kommununum og øðrum. Av tí at eingin rotta er í Sandoy, varð á fundinum lagdur serligur dentur á at fyribyrgja, at rotta kemur í oynna.

Í Føroyum eru 11 oyggjar, har eingin rotta er. Tær eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun. Um rotta fær fótin fastan í hesum oyggjum, fer tað at vera til óbótaligan skaða fyri eitt nú fuglalívið.

Tí er ein týdningarmikil partur av kunngerðini at forða fyri, at rotta kemur til hesar oyggjar. Tað er álagt øllum sum senda ella flyta farm til hesar oyggjar at ansa eftir, at eingin rotta er í farminum, serliga fóðri, hoyggi og tílíkum. Tað er galdandi fyri heilsølur, sum senda farm, og tey, sum flyta farmin, bæði sjóvegis, loftvegis ella koyrandi. Tann, sum eigur ella rekur undirsjóvartunnil til rottufría oyggj, skal áhaldandi hava eftirlit við, um rotta er í tunlinum, og skulu rottufellur og eitur altíð vera í tunlinum.

Tað er torført at tryggja sær, rotta ongantíð kemur í rottufría oyggj. Tí skulu  kommunurnar í hesum oyggjum hava regluliga yvirvøku av rottu, bæði í bygdum og óbygdum økjum. Eisini skulu kommunurnar hava eina tilbúgving, sum skal setast í verk, um boðað verður frá rotta ella farvegi eftir rottu.

Allar kommunurnar í Sandoy hava nú bílagt útgerð til yvirvøku av rottu, og fellur og eitur, sum skal leggjast út, um boðað verður frá rottu.

Tá boðað varð frá rottu við tunnilsmunnan í Traðardali á Sandi, setti kommunan alt fyri eitt tiltøk í verk fyri at staðfesta, um rotta er á staðnum, og at leggja eitur á økinum. Tíbetur er einki sæð aftur til rottu á staðnum.