Ódnin rakt viðarlundirnar kring landið meint
Í Gundadali eru eini 100 trø farin og í Niðastu Hoydølum er talan um eini 75 trø
Ódnin í nátt hevur rakt viðarlundirnar meint. Í løtuni roynir landsskógarvørðurin saman við sínum fólki at fáa eina mynd av støðuni, og í løtuni sær støðan soleiðis út.
Í viðarlundini í Gundadali eru eini 100 trø farin og í viðarlundini í Niðastu Hoydølum er talan um eini 75 trø. Viðarlundin í Trongisvági er somuleiðis meint rakt av ódnini, eins og nógv er fari á Debesartrøð.
Á Gróðurstøðini í Miðhoydølum er nakað av vøkstri farin, og tað eina goymsluhúsið hevur fingið munandi skaða.
Fólk eiga at ansa eftir og verða biðin um at halda seg burtur frá viðarlundunum, meðan rudda verður.
Fleiri myndir sum Martin Sirkovsky hevur tikið kunnu síggjast her!
Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.