Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýtt virki umhvørvisgóðkent

Nýggja virkið hjá P/F Seanergy, sum skal framleiða kollagen úr fiskaskræðu, hevur fingið umhvørvisgóðkenning.

Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at umhvørvisdálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið, á meginregluna um nýtslu og burturbeining: Minka nýtsluna – endurnýta – endurvinna – brenning við orkuendurvinning – burturbeining, at best tøka tøknin (BAT) verður brúkt og at virkið hevur innaneftirlit.

Virksemið, sum er tað einasta av sínum slag í Føroyum, umfatar framleiðslu av kollageni og peptidum úr feskari og frystari fiskaskræðu frá ymiskum botnfiskasløgum. Fesk rávøra verður koyrd til virkið hvønn dag. Á virkinum verður fiskaskræðan kutað sundur í smá pettir, vaskað, neutraliserað og filtrerað í fleiri umførum, luktur og litur verður tikin úr vøruni og síðani verður vøran fyrst steriliserað og síðani turkað soleiðis at turrevnið er eftir keyparans ynski. Liðugtvøran inngongur sum úrdráttur í vørum, sum verða framleiddar til t.d. smyrsl og drykkir.

Umhvørvisgóðkenningin setir treytir til útlát til luft og á sjógv frá framleiðsluni. Treytirnar umfata millum annað kanningar av royki frá dampketli og reinsing og kanningar av spillivatni.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her.

Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.
Kæruvegleiðing
Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum (Innlendismálaráðið). Kærufreistin er fýra vikur frá tí at góðkenningin er almannakunngjørd.
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Eyð Eidesgaard, tlf. 342442, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.