Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýtt starv til dátu/samskiftisfrøðing

 

Umhvørvisstovan er í holt við at talgilda sínar týdningarmestu skráir og skipanir. Tænastur okkara skulu nýhugsast og mennast, og tí hava vit brúk fyri tær, sum dugir at greina og skipa talgilda menning.
Starvið er nýtt, og tann, ið settur verður, fer saman við leiðsluni at skipa starvsinnihaldið. Vit kunnu tó lova, at talan er um eitt fjølbroytt, avbjóðandi og sjálvstøðugt starv.
Umhvørvisstovan arbeiðir tætt saman við Talgildu Føroyum um grundardátuverkætlanina, sum fevnir um Landsfólkayvirlitið, ognarskráirnar Tinglýsing og Matrikul, Kort, Adressur og aðrar staðsettar dátur. Vit vænta tó eisini at fáa brúk fyri tínum kunnleika og evnum á hinum deildunum hjá Umhvørvisstovuni.

 Starvið:

Starvið fevnir m.a. um fylgjandi uppgávur:

•Greina og skipa menningina av nýggjum, talgildum tænastum

•Luttaka sum tøkniligur ráðgevi í menningar- og rakstrarátøkum

•Greina og viðlíkahalda KT-skipanir og gera innanhýsis og uttanhýsis KT-mannagongdir

•Skipa og menna tøkniliga rakstrarumhvørvið á US

•Samskifta og samstarva við veitarar, aðrar stovnar og brúkarar

 Førleikar:

Vit vænta, at tú hevur:

•Viðkomandi hægri akademiska útbúgving innan kunningar- og samskiftistøkni, eitt nú dátufrøðingur ella líknandi

•Holla og breiða vitan um kunningartøkni sum heild, men eisini royndir og gott innlit í systemarkitektur

•Góðar førleikar innan netverk, dátugrunnar, forritan og markamót millum KT-skipanir/web services

•Vitan um rakstur, menning og trygd av KT-skipanum

 
Harumframt vænta vit, at tú hevur hesar persónligu eginleikarnar:

•tú ert analytisk/ur og dugir at finna loysnir

•tú hevur góð samstarvsevnir

Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett sbrt. sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvið verður sett skjótast gjørligt, og umsókn við CV og avriti av prógvum skal sendast til starv@us.fo í seinasti lagi hósdagin 26. november 2020 kl. 12.00.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Malenu Egeberg Jacobsen, deildarleiðara, á tlf. 234331 ella malenej@us.fo.

 

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, orkumál, elveitingareftirlit, skógrøkt, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit.