Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýtt landsfólkayvirlit

Umhvørvisstovan bjóðar fyritøkum til kunnandi fund týsdagin 30. juni kl. 10 um menning av nýggjari landsfólkayvirlitsskipan

Endamálið er at LFY skal vera ein miðsavnaðnandi skrá, sum inniheldur persónupplýsingar, sum kunnu brúkast av almennum – og privatum stovnumog virkjum, og á tann hátt vera við til at persónupplýsingar í øðrum skipanum eru rættar og eftirfarandi. Skipanin hevur støði í løgtingslóg nr. 41 frá 8.mai 2007 um fólkayvirlit.

Upplýsingarnar í LFY skulu vera lætt atkomiligar hjá øðrum og uttan tekniskar forðingar (“åbne standarder”) og byggja á SOA-konseptið.

Virkir sum hava førleika at menna ta nýggja landsfólkayvirlitsskipanina verða biðin um at møta á fundi á Umhvørvisstovuni týsdagin 30. juni kl.10.00

Á fundinum verður tilfar um skipanina gjøgnumgingið og útflýggjað.

Tilboð um gerð av skipanini skal ætlandi verða Umhvørvisstovuni í hendi innan 30.september 2009.

Miðjað verður ímóti, at skipanin kann royndarkoyrast á vári 2010 og setast í verk miðskeiðis 2010.