Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýtsla og fyrisiting av norðurlendsku havøkjunum nú og í framtíðini

Vælkomin til verkskeið, sum Norðurlendska ráðharraráðið skipar fyri, um at menna eina felags visjón fyri nýtslu og fyrisiting av norðurlendsku havøkjunum.

Økta nýtslan av havinum til alskyns endamál hevur við sær størri kapping millum verandi og nýggjar nýtslur av havsins tilfeingi. Veðurlagsbroytingarnar bera við sær ávirkanir á havsins vistskipanir, ið hava broytingar við sær, sum ávirka møguleikarnar hjá fólki at nýta havið.

Fyrisitingarligu myndugleikarnir og vinnan eiga at koma til eina felags fatan av núverandi og framtíðar krøvum til, hvussu nýtslan av havinum skal viðgerast, umframt at neyðugt er at  verja og varðveita havsins tilfeingi.

Norðurlendska ráðharraráðið hevur í umhvørvisskrá síni fyri 2009-2012 lagt dent á at menna eina fyrisiting av norðurlendsku havøkjunum, sum er grundað á vistskipanirnar.

Hvat merkir hetta, og hvat gera Norðurlond í dag? Hvørjar eru avbjóðingarnar? Hvørji háttaløg finnast? Hvussu langt eru vit komin og hvussu langt er eftir á mál? Hvussu kunnu vit samstarva tvørtur um myndugleikar og vinnugreinar fyri at náa eitt felags langtíðarmál fyri nýtslu og umsiting av havinum og tilfeingi tess?

Norðurlendski arbeiðsbólkurin um havsins vistskipanir undir Norðurlendska ráðharraráðum, (Akvatisk ekosystem gruppe, AEG), hevur frá norðurlendsku umhvørvismálaráðharrunum fingið litið upp í hendur at fremja menningina av slíkari umsitingarætlan fyri norðurlendsku havøkini.

Tí bjóðar AEG til eitt slóðbrótandi verkskeið, har endamálið er at skapa eina felags fatan av vistskipanarligari tilgongd til nýtslu og umsiting av havinum og at geva íkast til ítøkilig stevnumið til næstu umhvørvisskránna hjá Norðurlendska ráðharraráðum fyri 2013-2016.

Ætlanin við verkskeiðinum er at stimbra og menna samstarvið millum týðandi myndugleikar, vinnugreinar og aðrar leikarar í umsitingini av  norðurlendsku havøkjunum. Her verður høvi at samskifta um nýggja vitan, kunnleika, royndir og hugskot um vistskipanarliga fyrisiting av havinum.

Verkskeiðið, sum verður hildið á norðurlendskum máli, verður týsdagin 15.  og  mikudagin tann 16. november 2011 í Norðurlandahúsinum.

Ein dagførd skrá er at finna á www.us.fo/hav2030.

Nýtsla og fyrisiting av norðurlendsku havøkjunum í framtíðini er samskipað av AEG; Umhvørvisstovan er vertur fyri skeiðinum.
 

Nærri fæst at vita við at ringja til Ólavur Guttesen, verkætlanarleiðara, tlf. 342400 og 599797, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo