Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggjur formaður valdur í Skógfriðingarnevndini

Á fundi í Skógfriðingarnevndini mikudagin 26. september 2012 kom val av nýggjari forkvinnu/formanni á skránna.

Sigga Rasmussen boðaði frá, at hon ynskti at leggja arbeiðið sum forkvinna í nevndini frá sær; eitt álitisstarv hon hevur røkt, síðani hon tók sæti í Skógfriðingarnevndini við ársenda í 1995. Sigga heldur tó fram í nevndini, tað ið eftir er av skeiðinum.

Skógfriðingarnevndin samtykti einmælt at velja Jóhann Mortensen til nýggjan formann í Skógfriðingarnevndini restina av tilnevnda skeiðinum. Jóhann kennir eisini væl til nevndararbeiðið í Skógfriðingarnevndini, har hann hevur verið fastur limur samfelt síðani á sumri í 1991.

Verandi Skógfriðingarnevnd varð tilnevnd í november 2008 av táverandi landsstýriskvinnu í innlendismálum, Anniku Olsen, fyri eitt 6 ára virkisskeið. Limirnir í Skógfriðingarnevndini eru:

Jóhann sigur, at hann í arbeiðinum sum nevndarformaður fyri Skógfriðingarnevndina fer at leggja dentin á arbeiðið at stimbra meira munadyggari planting kring landið; í góðum samstarvi við m.a. kommunurnar, sum umsita býarskipanirnar.

 

Skógfriðingarnevndin gróðursetur trø í Viðarlundini í Trongisvági á heysti 2007.

Skógfriðingarnevndin gróðursetur trø í Viðarlundini í Trongisvági á heysti 2007.

 

Myndin ovast: Skógfriðingarnevndin á sýnsferð í Viðarlundini úti í Grøv í Klaksvík á sumri 2001.
 

Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.