Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggju hallarnar á Gróðurstøðini í Hoydølum tiknar í nýtslu.

Veðrið var einki serligt hendan dagin, vit savnaðust í Hoydølum at markera, at nýggju rakstrarhallarnar á Gróðurstøðini hjá Skógrøktini eru lidnar og kunnu takast í nýtslu. Men í Hoydølum var væl verandi, og løtan gjørdist stak hugnalig.

Hallarnar eru reistar á sama stað, har gomlu minkagarðarnir stóðu, og eru av áleið somu stødd. Men munur er á. Hesar er ljósar, snotuligar og smíðaðar av einslistum til endamálið, so eingin ivi er um, at nú verður arbeiðsligari á Gróðurstøðini og hjá Skógrøktini.
Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, fegnaðist í røðu síni um nýggju bygningarnar, og at umstøðurnar hjá Skógrøktini nú verða so nógv betri. Sama gjørdu stjórin á Umhvørvisstovuni, Petur Nielsen, og formaðurin í skógfriðingarnevndini, Jóhann Mortensen.
Landsskógarvørðurin, Tróndur Leivsson, greiddi frá gongdini í málinum og takkaði øllum, sum hava verið við í tilgongdini. Hann nevndi serliga starvsliðið á Skógrøktini, sum hann helt hava sýnt serligt tolni og tikið eyka nógv tøk í sambandi við, at verkætlanin gjørdist veruleiki.
Bollar við heimligum viðskera vóru at fáa, og heiti drekkamunnurin afturvið kom væl við.
Gingið varð um gróðurstøðina, har Tróndur Leivsson og Rakul Lindberg, røktarleiðari, greiddu frá plantuframleiðsluni vm.
Gestirnir fingu plantupakka heim við sær.

Niðanfyri eru myndir frá hátíðarhaldinum, og eisini Landsverk hevur á heimasíðu síni frágreiðing og myndir frá løtuni.