Nýggjársbál
Tey, ið ætla at skipa fyri nýggjársbáli, mugu biðja um loyvi at brenna bál frá avvarðandi kommunu.
Tað er ikki loyvt at brenna nýggjársbál uttan við loyvi frá kommununi.
Leivdir frá bálum skulu takast upp beinanvegin og latast til kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.
Um bál elva til ampa, skal kommunustýrið geva boð um at steðga bálinum, og at beina burturkasti burtur á rættan hátt.
Hugsa um umhvørvið
Tað er ikki eitthvørt, sum kann tveitast á eitt bál. Einans er loyvt at brúka brenni, sum ikki dálkar umhvørvið. Hetta merkir millum annað, at tað er ikki loyvt at brenna burturkast og at tað einans er loyvt at brenna óviðgjørdan við. Eisini er loyvt at brenna pappír og greinar.
Um bálið elvir til ampa, hevur kommunustýrið ábyrgdina av, at bálið verður sløkt og at leivdirnar verða koyrdar á kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.
Les meira um at brenna bál og les vegleiðingina um at brenna bál
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at venda tær til Suna Petersen á Umhvørvisstovuni, telefon 232444, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.