Nýggjársbál
Tey, ið ætla at skipa fyri nýggjársbáli, mugu biðja um loyvi frá kommununi.
Er tú ein teirra, sum ætlar at skipa fyri einum nýggjársbálið, skal tú venda tær til kommununa og biðja um loyvi.
Tað er ikki loyvt at brenna stór bál uttan at kommunan hevur givið loyvi. Bál, sum eru størri enn 1,2 m í tvørmát, eru at rokna sum stór bál.
Tað er ikki alt, sum kann tveitast á eitt bál. Einans brenni, sum ikki dálkar, kann brúkast, t.d. óviðgjørdur viður og pappír og greinar.
Tað er ikki loyvt at brenna burturkast.
Leivdir frá bálum skulu takast upp beinanvegin og latast til kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.
Um bál elva til ampa, hevur kommunustýrið ábyrgdina av, at bálið verður sløkt og at leivdirnar verða koyrdar á kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.
les vegleiðingina um at brenna bál
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at venda tær til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo