Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggjar lógir samtyktar

Áðrenn Løgtingi fór í summarferiu, vóru týðandi broytingar gjørdar í matrikullógini og í býarskipanarlógini.

Høvuðsbroytingarnar í matrikullógini eru:

Harafturat eru gjørdar aðrar broytingar í matrikullógini av meiri formligum slagi.
Herðsla verður løgd á, at bindingin millum uttan- og innangarðsjørð skal haldast. Eisini verður dentur lagdur á, at broytingar í ognarviðurskiftunum skulu vera í samsvari við góðkenda kommunala lendisskipan eftir býarskipanarlógini.
 
Matrkullógin hevur nú heitið: Løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m. sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 25. mai 2009.
 
Í býarskipanarlógini eru broytingarnar:  
·       Harafturat eru gjørdar aðrar broytingar av meiri formligum slagi.
 
Býarskipanarlógin hevur nú heitið: Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. mai 2009.
 
Hesar broytingar komu í gildi dagin eftir, at lógirnar vórðu lýstar, t.v.s. 11. juni 2009.
  

Nærri fæst at vita við at ringja til Petur Nielsen á Umhvørvisstovuni – tlf 342400 – ella at senda stovninum ein teldupost us@us.fo.