Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri fingið umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 27. august 2012 umhvørvisgóðkent nýggja uppsjóvarvirkið hjá P/F Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Umhvørvisstovan hevur hin 27. august 2012 umhvørvisgóðkent nýggja uppsjóvarvirkið hjá P/F Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Virkið fer at móttaka heilan uppsjóvarfisk og ætlanin er at framleiða frystan heilan fisk og flak. Virkið hevur eina framleiðsluorku uppá 600 tons um samdøgrið við møguleika til at víðka framleiðsluna til 1000 tons um samdøgrið.

Í umhvørvisgóðkennigni er serligur dentur lagdur á,  at útleiðingin av framleiðsluspillivatni verður hildin innanfyri tey mørk, sum eru mett umhvørvisliga trygg. Eisini er dentur lagdur á, at innaneftirlit, umhvørvisstýrisskipan og skrásetingar eru sambært viðurkendum skipanum og at virksemið ikki elvir til luktampar ella ljóðampar í nærumhvørvinum.



Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her

Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her

Góðkenningin kann kærast

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi hósdagin 27. september 2012.
 

Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo