Nýggja ST-veðurlagsfrágreiðingin: Høvuðsniðurstøðurnar tær somu
Økta vitanin um veðurlagið, sum er komin síðani seinastu høvuðsfrágreiðingina í 2007, broytir ikki við høvuðsniðurstøðurnar hjá IPCC – veðurlagspanelinum hjá ST.
Hildið verður fast um, at veðurlagsbroytingar hava havt avleiðingar fyri náttúru og samfeløg kring allan heim seinastu áratíggjuni. Neyðugt er at gera tillagingar til broytta veðurlagið. Neyðugt er eisini, at útlátini minka skjótt og nógv niður á eitt støði, sum heimurin megnar at laga seg til. Tað fer tó at taka tíð, áðrenn heimurin merkir vinningin av, at útlátið er minkað. Hitin fer áhaldandi at hækka. Um ikki útlátið av vakstrarhúsgassi minkar munandi, er stórur vandi fyri álvarsomum og óbótaligum veðurlagsbroytingum síðst í hesi øldini.
Hetta eru nakrar av niðurstøðunum í nýggju høvuðsfrágreiðingini – syntesurapportini – frá IPCC, har drigið verður saman um tað, sum tríggir arbeiðsbólkar eru komnir fram til, og sum stendur í teimum trimum higartil útgivnu pørtunum av “fimtu høvuðsfrágreiðing”, ið eisini er tann mest umfatandi metingin, sum IPCC hevur gjørt av veðurlagsbroytingunum, og har fleiri hundrað granskarar hava givið sítt íkast
Hygg eftir stuttfilmi hjá IPCC um frágreiðingina
Faktaakt á norskum: høvuðstíðindini í nýggju frágreiðingini
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella 232344 ella senda ein t-post á us@us.fo