Nýggj uppgerð um veðurlagsgass
Nýggjasta uppgerðin yvir veðurlagsgass vísir eitt týðiligt fall seinasta árið. Høgur oljuprísur, minni fiskiskapur og færri skip í flotanum eru høvuðsorsøkir til, at útlátið av CO2 var 6% minni í 2008, enn í 2007.
Eins og í 90unum, sæst nú aftur eitt samanfall millum kreppu og lágt útlát av veðurlagsgassi. Høgi oljuprísurin vísir seg aftur sum eitt fall í útlátinum frá fiskiskipum.
Myndin niðanfyri vísir samlaða útlátið í tíðarskeiðinum 1990-2008. Fallið frá 2007 til 2008 er týðuligt, og í stóran mun er orsøkin lægri útlát frá fiskiskipum.
Føroysk fiskiskip hava síðani 2004 havt eina samlaða árliga oljunýtslu á umleið 80 túsund tons. Í 2008 fall oljunýtslan hjá fiskiskipum til á leið 63 túsund tons. Hetta sæst aftur í uppgerðini yvir útláti av veðurlagsgassi í Føroyum, sum Umhvørvisstovan hevur lagt fram á tíðindafundi fyrr í dag. Sí framløgu her.
Orsøkin til lægri oljunýtsluna hjá fiskiskipum er, at fleiri skip lógu við bryggju, tí oljuprísurin var alt ov høgur. Eisini fóru stór skip, sum brendu nógva olju, úr flotanum, t.d. Næraberg og Christian í Grótinum.
Aðrir brúkarar av olju
Flestu aðrir brúkarabólkar høvdu á leið somu nýtslu av olju, og harvið sama útlát av veðurlagsgassi í 2008 sum í 2007. Brúkarabólkurin sum – næst eftir fiskiskipum – flytir seg mest, er SEV, har útlátið vaks seks prosent. Orsøkin til hækkanina er hægri el-framleiðsla, sum í minni mun enn undanfarin ár var framleidd við varandi orkukeldum. Av tí, at 2008 var eitt ár við minni vindi og minni avfalli, var olja í størri mun brúkt til at framleiða el.
Myndin niðanfyri vísir, hvussu gongdin hevur verið innan teir átta bólkarnar av oljubrúkarum, tíðarskeiðið 1990-2008. Tað er týðiligt, at fiskiskip hava havt størstu broyting í útláti.
Serliga áhugavert er eisini, at útlátið frá akførum er tað sama í 2007 og 2008 og at útlátið frá húsarhaldum er fallið við 3%.
Á heimasíðu okkara hava vit dagført øll tølini fyri útláti av veðurlagsgassi fram til 2008. Har finnur tú nærri frágreiðingar og fleiri grafar. Sí her.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhannu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.