Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggj umhvørvisgóðkenning fyri alivirksemi á alifirði C-14, Kollafjørður, Tangafjørður og økið undir Neslandinum

P/F Bakkafrost Farming nýggja umhvørvisgóðkenning

Í góðkenningini hjá P/F Bakkafrost Farming er serligur dentur lagdur á, at evni, sum nýtt verða í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið. Í góðkenningini eru treytir m.a. settar um, at alifelagið ger regluligar kanningar av botninum undir aliringunum og, at alifelagið skal taka atlit at úrslitunum frá botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan. Verður dálkingin ov stór, kann Umhvørvisstovan seta forboð fyri, at felagið setur fisk út aftur á staðnum.
 
Aling á sjónum hevur ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið. Dálkingin stavar m.a. frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, søkkur saman við skarni niður á botn, har tað kann hópast upp. Harafturat kemur ein ávís dálking frá heilivági og frá evnum, sum verða nýtt at verja aliútgerðina. Serliga er tað kopar, sum ofta verður brúkt at impregnera alinótir. Tá nótirnar eru í sjónum, søkka flakar av impregnering sum frálíður á botn og kunnu har hópast upp. Tí er neyðugt at fara væl um.
 
Umhvørvisgóðkenningin
Almenn lýsing av góðkenningini
Um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki
    
Góðkenningin kann kærast

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.


Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 2. sept. 2015.

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Lenu Ziskason, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo