Nýggj tøl fyri føroyska útlátið av veðurlagsgassi
Nýggj tøl fyri útlát av veðurlagsgassum eru í dag løgd fram á Umhvørvisstovuni. Tølini benda á eitt lítið fall í útlátinum síðani seinastu uppgerðina.
Umhvørvisstovan hevur í dag lagt nýggjastu útlátstølini fram fyri løgtingslimum, landsstýri og fjølmiðlum. Føroyar hava tikið undir við Veðurlagsáttmálanum, og tað merkir millum annað, at Føroyar hava skyldu til at fráboða útlátið av veðurlagsgassum til altjóða klimapanelið IPCC. Seinasta føroyska fráboðanin um útlát av veðurlagsgassum var fyri tíðarskeiðið 1990 til 2001.
9 % hækking síðan 1990
Nýggjastu tølini vísa eina lítla minking í tí samlaða útlátinum hjá Føroyum av veðurlagsgassum, samanborið við seinastu uppgerðina. Samlaða útlátið í 2006 er áleið 3 % lægri enn útlátið í 2001.
Men nýggjastu tølini vísa eisini týðuligar broytingar í útlátinum síðani 1990.
• Akfør lata umleið 18 % meiri CO2 út enn í 1990
• Skipini lata umleið 16 % meiri CO2 út enn í 1990
• Húsarhaldini lata umleið 21 % minni CO2 út enn í 1990
Síðani 1990 er samlaða útlátið av veðurlagsgassum hjá Føroyum vaksið við umleið 9 prosentum.
Vánaligt hagtalsgrundarlag
Hagtalsgóðskan er ikki nøktandi, og hevur hetta við sær at hagtalsgrundarlagið, serliga fyri ávísar bólkar er ov vánaligt. Hetta eru tó tey frægastu og bestu hagtølini, sum í dag eru tøk. Serliga er góðskan ivasom, tá ið tað snýr seg um útlátið frá skipunum.
Høvuðsorsøkin til vánaligu góðskuna er, at innsavningin av tølum fyri oljusølu ikki verður skipað eftir einum nøktandi leisti. Eitt nú er tað ymiskt, hvussu oljufeløgini skráseta oljusøluna.
Ein onnur orsøk er, at Umhvørvisstovan í hagtølunum ikki kann avgera nær føroysk skip eru í føroyskum sjógvi ella uttanfyri. Tað hevur stóran týdning tá tølini skula fráboðast ST, tí føroysku hagtølini skulu einans vísa útlátið á føroyskum øki.
Uppgerðin hevur støðið í tølum, sum Hagstovan innheintar. Tá útlátstølini vórðu uppgjørd seinast, varð víst á at góðskan var ov vánalig. Saman við uppgerðini vóru tilmæli um, hvussu góðskan kundi betrast. Hetta tíðarskeiðið er tó einki gjørt fyri at betra um hagtalsgóðskuna. Sostatt eru framvegis somu ivamál um hagtølini.
Her finnur tú framløguna, sum varð løgd fram í dag, og her eru nakrir av grafunum í einum word skjalið.
Trýst her og les meira um veðurlagsbroytingar.
Vilt tú hava meira at vita, kanst tú venda tær til deildina Vernd á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 og spyrja eftir Jóhannu Olsen, deildarleiðara.