Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggj norðurlendsk mál fyri umhvørvi og veðurlag

 

Nú er føroyska útgávan av norðurlendsku samstarvsætlanini fyri umhvørvi og veðurlag 2019-2024 tøk.

Samstarvsætlanin hevur millum annað til endamáls at verja náttúruna og hennara margfeldi, og eitt nú steðga afturgongdini í lívfrøðiligum margfeldi, at fremja ringbúskap, burðardygga framleiðslu og nýtslu, og avmarka dálking av havinum, eitt nú við plasti og mikroplasti. Samstarvsætlanin hevur eisini til endamáls at røkka málunum at avmarka alheimsupphitingina og fremja felags norðurlendskt innspæl til veðurlagssamráðingarnar. 

Nýggja samstarvsætlanin varð samtykt á Norðurlandaráðsfundinum í oktober 2018 í Oslo. Norðurlendska umhvørvissamstarvið er skipað í seks arbeiðsbólkum, og er Umhvørvisstovan virkin við luttøku í fleiri av arbeiðsbólkunum, umframt at  samskiparauppgávan hjá arbeiðsbólkinum fyri lívfrøðiligt margfeldi, (Nordisk arbejdsgruppe for biologisk mangfoldighed, NBM) verður loyst á Umhvørvisstovuni. 

Les nýggju samstarvsætlanina her

 

Myndafólk: Johannes Jansson /norden.orgMyndafólk: Johannes Jansson /norden.org

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Siggu Jacobsen, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo