Nýggj matrikulskipan
Mánamorgunin varð nýggj matrikulskipan tikin í nýtslu á Umhvørvisstovuni
Talan er um rættiliga umfatandi umlegging av sjálvari matrikulskránni og av mannagongdunum, sum knýttar eru at umsitingini av matriklinum. Samstundis er matrikulin samskipaður við hina týdningarmiklu skránna, sum hevur við fastan eigindóm at gera, nevniliga tingbókina ella tinglýsingina.
Trygdin er økt, og dygdin er bøtt. Nú verða upplýsingar bert skaptir og goymdir tí einu ferðina og síðani endurnýttir. Dátur verða ikki fluttar millum skipanirnar, og harvið er samsvar tryggjað.
Matrikul og tinglýsing vórðu løgd undir sama stovn í 2007, og við nýggju skipanini sæst nú eitt munagott útslit av samanleggingini, sum vónandi eisini sæst aftur í brúkarahøpi og hjá viðskiftafólki.
Tað er Nema (áður Atlantstøkni), ið hevur ment skipanina í tøttum samstarvi við góð fólk á matriklinum. Arbeiðið at integrera eigindómsskráirnar byrjaði fyri 8 mánaðum síðani.
Nærri fæst at vita við at ringja til Petur Nielsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, á tlf 342400 ella umvegis teldupost peturn@us.fo.