Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggj kunngerð um spillivatn

Nýggja kunngerðin um spillivatn er eitt týdningarmikið stig á leiðini at fáa áir, fjøru og firðir reinar.

Loksins er kunngerðin um spillivatn sett í gildi, har kommunur fáa álagt at gera eina sokallaða spillivatnsætlan innan 2011, og innan 2015 at hava eina spillivatnsskipan, sum lýkur krøvini í kunngerðini.

Spillivatnsætlan
Allar kommunur skulu gera eina spillivatnsætlan, sum greiðir frá øllum viðkomandi upplýsingum um spillivatnsskipanina í kommununi. Kort skulu gerast, sum vísa spillivatnsskipanina, so sum hon sær út í dag, og onnur kort skulu vísa, hvørjar útbyggingar kommunan ætlar at gera á spillivatnsøkinum. Kortini skulu vera talgild (digital).

Spillivatnsætlanin, sum skal fevna um tíðarskeiðið fram til 2015, skal verða liðug innan 1. jan. 2011, tá hon skal latast Umhvørvisstovuni til góðkenningar.

Fleiri kommunur hava áður gjørt spillivatnsætlanir, so fyri hesar verður helst mest talan um at dagføra verandi ætlanir, og annars leggja afturat, so ætlanin lýkur krøvini í kunngerðini. Fyri aðrar kommunur er spillivatnsætlanin ein avbjóðing, serliga um talgild kort yvir spillivatnsskipanina ikki eru tøk.

Krøv til spillivatnsskipanina
Høvuðskrøvini til eina spillivatnsskipan er, at hon er afturlatin frá byrjan til enda, t.v.s. at øll burturleiðing av spillivatni fer fram í lokaðum røri, sum verður leitt heilt út á sjógv. Hetta er fyri at fyribyrgja dálking, luktampum og heilsuvanda.

Í kunngerðini eru fleiri ítøkilig krøv til spillivatnsskipanina, t.d. hvar ikki er loyvt at leiða spillivatn út, eitt nú inni í bátahyljum og har grind verður hildin til, og at útleiðingar í minsta lagi skulu leggjast 1 m undir størstu fjøru.

Kunngerðin áleggur kommunum at fáa spillivatnsskipanir lidnar, t.v.s. at tær eru í tráð við krøvini í kunngerðini, innan 1. jan. 2015. Áður hevur verið sagt, at allar spillivatnsskipanir skulu vera lidnar í 2010. Sostatt er henda freistin longd.

Tað er einki nýtt, at krøv verða sett til spillivatnsskipanir. Fleiri av krøvunum í kunngerðini stava frá rætningslinjum um spillivatn, sum táverandi umhvørvismyndugleikin, Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørdi í 1996. Nýggja kunngerðin er tí partvíst ein formalisering av galdandi rætningslinjum, tó við fleiri nýggjum ásetingum.

Nýggj vegleiðing
Í samband við nýggju kunngerðina er ein nýggj vegleiðing gjørd, sum neyvari útgreinar hvussu Umhvørvisstovan ynskir at kort yvir spillivatnsskipanir verða gjørd, bæði viðvíkjandi kortsniði og hvat kortini skulu vísa. Vegleiðingin er her.
Les meira um spillivatn her og her er ein leinkja til kunngerðina

Nærri fæst at vita við at ringja til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen, málsviðgera á Umhvørvis-stovuni, tlf.  342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.