Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggj frágreiðing frá ST veðurlagspanelinum

Frágreiðingin slær fast, at veðurlagsbroytingarnar við 95% vissu eru mannaskaptar.

Mannaskapt útlát av vakstrarhúsgassi eru atvold til, at atmosferan og havið eru vorðin heitari, minni er av kava og ísi, og at vatnstøðan í høvunum hækkar.

Útlátið av vakstrarhúsgassi er størri enn heimurin tolir, og minka vit ikki útlátið munandi, fær hetta vanlukkuligar avleiðingar við framhaldandi upphiting, hækkandi høvum og óbøtandi avleiðingum fyri heimssamfelagið.

Frágreiðingin vísir á, at tað ber til at avmarka heimsfevndu upphitingina til tey tvey stigini, sum málið er, og at tað er neyðugt, at altjóða samfelagið tryggjar seg móti teimum fylgjum, sum eyðvitað fara at standast av veðurlagsbroytingunum.

Frágreiðingin slær eisini fast, at skal upphitingin ikki gerast størri enn tey tvey stigini, so má samlaða útlátið av CO2 øll árini fram til 2100 ikki vera størri enn 1000 gigatons. Av hesum varð meira enn helvtin – 531 gigatons – longu útleidd í tíðarskeiðinum 1870-2011. Um onnur vakstrarhúsgass verða tald við her, so minkar nøgdin, sum kann leiðast út til 820-880 gigatons, og hóast vit støðga útlátinum í dag, fara veðurlagsbroytingar at merkjast í fleiri øldir.

Tað var fríggjadagin í farnu viku, tann 27. september 2013, at nýggjasta vísindaliga frágreiðingin hjá veðurlagspanelinum hjá ST, IPCC (Intergovernmental Panel on Climate Change) varð løgd fram í Stockholm. Hjástødd vóru millum onnur svenski og danski umhvørvismálaráðharrarnir og grønlendski landsstýrismaðurin í umhvørvismálum.
 

Les meira

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.