Nýggir stuðulsmøguleikar til grøna menning í norðurlondum
Norðurlond seta fleiri nýggjar grønar verkætlanir á dagsskrá, og gera eisini møguleikarnar at fáa stuðul til grønt virksemi betri og sjónligari. Hetta fyri at røkka visjónini – at í 2030 skal Norðurlandaøkið vera heimsins burðardyggasta øki.
Norðurlond seta nú møguleikarnar at fáa stuðul til grønt virksemi á skrá. Hetta fyri at røkka visjónini – at í 2030 skal Norðurlandaøkið vera heimsins burðardyggasta øki.
At steðga missinum av lívmargfeldi, og at bøta um hav- og strandaumhvørvi eru tvey øki, sum norðurlendska samstarvið raðfestir høgt. Tí verður gjørt vart við møguleikan at søkja stuðul til verkætlanir, sum snúgva seg um hesi øki.
Til at steðga missin av djóra- og plantusløgum hava norðurlond gjørt Norðurlendska Arbeiðsbólkin fyri Lívmargfeldi (NBM). Beint nú ber til at søkja um pening til verkætlanir í 2022, sum antin snúgva seg um lívmargfeldi ella sosiala burðardygd. Freistin at søkja er 4. juni. Arbeiðsbólkurin hevur skrivstovu í Føroyum, á Umhvørvisstovuni. Nærri upplýsingar um, hvussu søkjast kann um stuðul, síggjast her:
Ein annar stuðulsmøguleiki, sum er aktuellur, er fyri verkætlanir, sum kanna, hvussu hav- og strandaumhvørvið í Norðurlondum kann betrast. Verkætlanir, sum kunnu koma upp á tal til hendan stuðulin, kundu eitt nú verið kanningar av, hvørji árin oljuvinna hevur á hav og strendur, árin av hækkandi hita í havinum ella nýggir mátar at hava eftirlit við havdálking.
Her fæst meira at vita um umhvørvisstuðul innan hav- og strandaøkið:
https://www.norden.org/da/node/50541