Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nú sleppa øll ókeypis at leita í tinglýsingarskjølum

Umhvørvisstovan bjóðar í dag  fram nýggja tænastu á heimasíðuni www.tinglysing.fo. Her kunnu øll sjálvi leita fram tinglýst skjøl, talgilt og uttan kostnað.  
Tinglýst skjøl hava altíð verið almenn, men nú ber til ómakaleyst at fara inn á tinglysing.fo at leita eftir skjølum. Her finnur tú skeyti, veðbrøv og týðandi upplýsingar um fastognir og akfør. Hevur tú Samleikan, kanst tú rita inn og fáa fleiri upplýsingar, so sum hvat eini hús seinast eru seld fyri. Tinglysing.fo er býtt upp í “fastognir” og “akfør.”  Velur tú at leita eftir akførum, kanst tú eitt nú síggja, um lánveitari hevur veðhald í bilinum, tú hyggur eftir. Leitingarnar verða ikki skrásettar nakrastaðni.  
Nógvar av upplýsingunum hava bert verið at fingið í pappírsútgávu, men nú er alt skjalasavnið hjá Tinglýsing talgilt. Eisini er ómaksgjaldið á 50 kr burtur, um tú nýtir tinglysing.fo.  
Tað eru serliga peningastovnar, advokatar og meklarar, ið brúka tinglýsingarskjølini nógv. Men nú kunnu øll hyggja at tinglýsingarskjølunum. 
– Vit fegnast um at kunna lata talgildu dyrnar upp, so øll kunnu leita frítt og ókeypis í almennu skjølunum. Hetta er eitt av stóru úrslitunum av samstarvinum við Talgildu Føroyar, sigur Sigurð Í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni. 
Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovan fóru í 2018 undir at skanna skjalasøvnini hjá tinglýsingini inn. Eitt av aðalmálunum hjá Talgildu Føroyum er, at tílíkar upplýsingar skulu vera tøkar, álítandi og ókeypis hjá øllum føroyingum.

 

 

Hvat er tinglýsing?
Allar upplýsingar, sum eru at finna í Tingbókini, og nú á www.tinglýsing.fo eru almennar, og øll hava rætt at síggja tær.
At tinglýsa avtalur gongur heilt aftur til víkingatíð. Tá tveir partar gjørdu eina týðandi avtalu, gjørdu teir tað á tingstaði, har vitni vóru, sum kundu vátta avtaluna seinni, um neyðugt.
Tinglýsing í dag er almenn skráseting av rættindum knýtt at fastari ogn, akførum og leysafæi.
Rættindi kunnu vera ognarskapur, veðrættur og annað, sum er avtalað millum tveir ella fleiri partar.
Rættindi verða skrásett hjá Tinglýsingini, sum er deild á Umhvørvisstovuni.