Valkortini til vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamanleggingar koma við postinum mánadagin. Samstundis verða dagførdu vallistarnir sendir kommununum.
Útgivið: 20. apríl 2012
Dagført: 20. apríl 2012
Deil
Deil
Tá val eru í Føroyum, er tað í flestu førum uppgávan hjá landsfólkayvirlitinum at fáa valkortini prentað og send til veljararnar. Teir tilhoyrandi vallistarnir verða samstundis sendir kommununum. Umsitingin av landsfólkayvirlitinum er ein partur av Umhvørvisstovuni, har nøkur starvsfólk pakkaðu valkortini í gjár. Valkort og vallistar verða prentaðir á Elektron, og borin út av Posta.
Í mun til løgtingsvalið herfyri, eru nøkur valstøð broytt:
Í Klaksvík verður valt í Býráðshøllini í Klaksvík
Á Toftum verður valt í fimleikar høllin í Tofta skúla
Í Leirvík verður valt í fimleikarhøll skúlans
Í Gøtu verður valt i fimleikarhøll skúlans
Í Kvívíkar kommunu verður valt í Kvívíkar skúla
Eitt fullfíggjað yvirlit yvir øll valstøð kann síggjast her: