Nú eru valkortini komin
Fyri fyrstu ferð hava útlendingar valrætt á kommunuvalinum, sum verður týsdagin 11. november. 35.461 fólk hava um dagarnar fingið valkort sendandi. Teirra millum eru stívliga 600 útlendingar.
Umhvørvisstovan hevur seinastu dagarnar havt úr at gera fyri at fáa valkortini út til veljararnar, nú kommunuvalið nærkast. Lógin krevur at vallistar verða hongdir upp í øllum kommunum til 14 dagar fyri valið, har fólk kunnu kanna um tey eru komin á vallistan. Síðani verða valkortini skrivaði út.
Putlispælið gekk upp
Umhvørvisstovan hevur ábyrgdina av lógini um landsfólkayvirlit og tískil at senda valkort út til øll tey, sum hava valrætt í teimum 34 kommununum í Føroyum. Allir feilir á vallistinum verða rættaðir og síðani skulu vallistar og valkort samanberast, fyri at tryggja at talið er rætt.
– Alt hevur gingið uppá stás við at fáa valkortini av stað. Akkurát sum eitt putlispæl, har manglaði einki í og einki leyp av, sigur Ivan Klein Olsen, landsfólkayvirlitsfulltrúi á Umhvørvisstovuni.
600 nýggir veljarar
Millum øll Hansen, Jensen, Joensen og Durhuus eru í ár eisini nógv nýggj nøvn á valkortunum. Løgtingið broytti lógina um val til kommunustýrini í 2006, soleiðis at útlendingar eldri enn 18 ár, sum hava búð í Føroyum seinastu trý árini undan valinum, hava valrætt. Allir danskir ríkisborgarar hava altíð havt valrætt í Føroyum.
Nýggju veljararnir skulu einki gera fyri at fáa valrætt, hann er tryggjaður í lógini. Stívliga 600 útlendingar kunnu velja fyri fyrstu ferð týsdagin 11. november.
Um tú vil vita meira ella hevur onkrar spurningar um kommunuvalið ella landsfólkayvirlit, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400.