Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nú er liðugt við umhvørvisskaðiligari eldsløkking umborð á skipum!

Skip, sum enn sigla við halón-eldsløkkiskipan, skulu innan árslok 2013 hava skift yvir til aðra eldsløkkiskipan.

Halón hevur í nógv ár verið brúkt sum eitt sera virkið eldsløkkingarevni, bæði á landi og umborð á skipum. Tíverri er halón eisini eitt sera virkið ozonoyðandi evni, sum ger, at ozonlagið verður niðurbrotið og tynnist. Ozonlagið verjir lívið á jørðini móti skaðiligum ultraviolettum strálum frá sólini. Tá ozonlagið tynnist, økist títtleikin av ymiskum sløgum av húðkrabba og eygnasjúkum. Eisini gróðurin í sjónum, og harvið eisini fiskiskapur, kann falla tá ozonlagið tynnist. Les meira  her.

Fyri at verja ozonlagið, hava øll heimsins lond í einum altjóða sáttmála bundið seg til at steðga framleiðslu og nýtslu av halóni og øðrum evnum, sum bróta ozonlagið niður. Sambært Montreal- protokollini skuldi øll framleiðsla og nýtsla av halóni í ídnaðarlondum steðga í 1994 og tað sama fyri menningarlond í 2010.

Í føroysku reglunum um ozonoyðandi evni, frá 2010, er ásett, at eldsløkkiskipanir, eldsløkkjarar og aðrar vørur og útbúnaður, sum innihalda halón skulu vera tikin úr nýtslu innan 31. desember 2013.

Hetta merkir, at øll skip undir føroyskum flaggi, sum enn hava eldsløkkiskipan, ið brúka halón, skulu skifta hesa út innan ársskiftið 2013/2014.

Í farnu viku fingu reiðarí og viðkomandi feløg bræv frá Umhvørvisstovuni og Sjóvinnustýrinum, har mint varð á, at halón eldsløkkiskipanir skulu skiftast út innan 1. januar 2014. Les brævið her. Eisini er ein vegleiðing um niðurtøku av eldsløkkiskipanum við halóni gjørd.

Vil tú vita nærri, so set teg í samband við Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, us@us.fo ella Sjóvinnustýrið tlf. 355600, fma@fma.fo
 
Kunngerðin um ozonoyðandi evni, sum kom í gildið 16. des. 2010, er at finna her: http://www.logir.fo/foldb/kunfo/2010/0000118.htm 

 

Nærri fæst at vita við at ringja til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo