Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nú er at rudda…

Samstundis sum Føroyar eru kosnar sum eitt av heimsins bestu ferðamálum, so liggur órudd framvegis og sløðist i náttúruni. Tíðin er komin til at beina burtur órudd, sum skemmir náttúruna.

Bilvrak, skrambul og gamlar bingjur. Tað eru myndir sum henda, sum kunnu skara ímyndina av Føroyum, sum eitt gott mál hjá ferðafólki og kanska serliga vistferðafólki.
Vanligt er at rudda og vaska heima við hús áðrenn gestirnir koma. Nú er tíðin komin at rudda áðrenn ferðafólkið av álvara kemur á vitjan!

Greiðar reglur
Sambært náttúrufriðingarlógini hava vit øll ábyrgd fyri, at náttúran ikki verður skadd ella skemmað:
“Øll skulu við fyriliti og varsemi fara um í natúruni, einki gera, ið kann skaða ella skemma, gera nakrar ónáðir hjá øðrum”.
Í kunngerð um umhvørvisreglur verður eisini ásett, at bý- og bygdaráð hava ábyrgdina av, at almenn øki verða hildin rein og nosslig, meðan avvarðandi eigarar hava skyldu at halda síni øki ruddilig. Bý- og bygdaráð kunnu krevja av privatum, at tey rudda á sínum øki.

Umhvørvisstovan vil vísa veruleikan
Men hóast reglurnar eru greiðar, er ikki óvanligt, at órudd o.a. skemmir føroysku náttúruna. Tískil vil Umhvørvisstovan heita á fólk, sum koma fram á órudd, um at gera avvarðandi kommunu varuga við trupulleikan.
Umhvørvisstovan vil fegin vísa veruleikan í vón um at tað verður betri. Kemur tú fram á órudd í náttúruni, tak so eina mynd og send kommununi hana.
Eisini er tú vælkomin at senda okkum hana á us@us.fo, tí Umhvørvisstovan ætlar at leggja nakrar av myndunum á heimasíðuna.

Les meira um órudd og síggj myndir, sum vit higartil hava lagt í okkara MYNDASAVN

Hevur tú eina viðmerking ella ein fyrispurning er tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna á 342400 og spyrja eftir Mariu Gunnleivsdóttir Hansen, umhvørvisviðgera.

Les meira:
LØGTINGSLÓG NR. 48 FRÁ 9. JULI 1970 UM NÁTTÚRUFRIÐING, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 110 FRÁ 29. JUNI 1995.
§ 1. Øll skulu við fyriliti og varsemi fara um í natúruni, einki gera, ið kann skaða ella skemma, gera nakrar ónáðir hjá øðrum.      Stk. 2. Øll dálking av natúruni við pappíri, fløskum, plastikkíløtum, brotum o.ø. er forboðin.      Stk. 3. Gomul og ónýtilig før skulu høggast upp ella søkkjast á støðum, har tey ikki eru til bága fyri sigling ella fiskiskapi.      Stk. 4. Bilvrak, ymisk onnur akfør, maskinamb
oð og partar av teimum, ið ikki verður nýtt meira, mugu ikki kastast burtur á støð, har tey lýta ella eru til skaða ella ampa fyri onnur.      Stk. 5. Burturkast og brúktir lutir, ið verða lagdir so, at tað gongur ímóti reglunum í stk. 2-4, kunnu beinast burtur. Tann, ið hevur ábyrgdina av, at óruslið er komið har, skal gjalda kostnaðin. Kostnaðurin kann fáast inn við panting hjá tí avvarðandi
KUNNGERÐ NR. 53 FRÁ 3. MAI 1994 UM UMHVØRVISREGLUR, SUM BROYTT VIÐ KUNNGERÐ NR. 90 FRÁ 28. SEPTEMBER 2007
§ 1. Órudd o.a. Ikki er loyvt at lata órudd liggja og rekast. Bý- ella bygda(r)ráðið skal halda almenn pláss, vegir, áir, áarinntøk við veg og rennur rein, meðan avvarðandi eigari skal halda tún og onnur privat uttandura øki rein.     Stk. 2. Bý- ella bygda(r)ráðið kann geva boð um, at órudd og annað burturkast skal beinast til hóskandi stað, jvb. kunngerð um burturkast.