Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nú ber til hjá øllum at síggja, hvussu Føroyar sóu út ár 1900

Hevur tú hug til at ferðast 110 ár aftur í tíðina? Nú hevur Umhvørvisstovan, í samstarvi við danska Kort og Matrikelstyrelsen og Føroya Dátusavn, gjørt tað møguligt hjá øllum at síggja, hvussu Føroyar sóu út ár 1900, tí øll tey elstu føroysku máliborðsbløðini eru nú vorðin tøk á internetinum

Tær fyrstu nágreiniligu uppmálingarnar av Føroyum vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 1895 – 1899 av tí danska Generalstabens topografiske Afdeling, sum var ein deild undir Hernaðarmálaráðnum. Tá hesar vóru lidnar, vórðu nágreinilig kort teknað, og tað eru hesi, vit kenna undir heitinum máliborðsbløð.

 
Kortini kunnu, frá í dag, síggjast á www.kortal.fo. Her ber m.a. til at seta tey gomlu máliborðsbløðini saman við øðrum nýggjari kortum, eitt nú matrikulkortinum. Tó má havast í huga, at tey gomlu kortini ikki hava sama neyvleika sum kort hava í dag. Men hóast óneyvleikan er lætt at samanbera øll føroysk bygdarløg og landsløg við, hvussu Føroyar sóu út ár 1900. Hetta átti ivaleyst at verið eitt sera gott amboð hjá m.a. skúlaverkinum, sigur Stein Fossá, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni.
 
 
Máliborðsblað saman við matrikulkorti og adressukorti frá í dag
 
Kortini vóru upprunaliga teknaði í støddini 1 : 20.000. Á kortinum síggjast vegir, gøtur og hús, soleiðis, sum tað sá út fyri yvir 100 árum síðani. Harumframt síggjast millum annað  vøtn, varðar, kráir, ból og garðar. Eisini eru nógv staðarnøvn at finna á kortunum, summi bæði á donskum og føroyskum. Kortini hava 5 metur hæddarkurvar innangarðs og 10 metur kurvar uttangarðs.
 
Eisini ber til at síggja myndir frá uppmátingini, sum fór fram 1895 – 1899.
 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.