Nótaimpregneringarvirkið við Norðskála nýggja góðkenning
Umhvørvisstovan hevur hin 5. desember 2012 umhvørvisgóðkent impregneringarvirkið hjá P/F Vónin við Norðskála.
Virksemið á virkinum er at avheinta, reinsa og vaska skitnar alinótir, umframt umvæling, impregnering og flutning av alinótum. Harafturat móttekur virkið brúktar alinótir, sum skulu burturbeinast.
Í umhvørvisgóðkenningni er serligur dentur lagdur á, at umhvørvisdálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið og at reinsiskipanin er undir regluligum eftirliti. Eisini er dentur lagdur á, at innaneftirlit, umhvørvisstýrisskipan og skrásetingar eru sambært viðurkendum skipanum.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi 4. januar 2013.
Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo