Norrøn verkstova fyri fólk, sum arbeiða við náttúruvegleiðing fyri børn og ungdóm.
Í 2012 hevur umhvørviskervið hjá Norrøna Ráðharraráðnum játtað pening til eina verkætlan um “Náttúruvegleiðing fyri børn og ungdóm í Norðurlondum”.
Umhvørvisstovan er føroyskt umboð í stýrisbólkinum fyri verkætlanina. Meira sæst um norrønu verkætlanina á: http://www.centerforfriluftsliv.dk/Projekter/NordiskNetvaerk.aspx Verkætlanarleiðslan er á Videncenter for Friluftsliv og Naturformidling, Skov & Landskab, Skovskolen, ið er partur av Keypmannahavnar Universiteti.
Eitt av málunum við verkætlanini var at skipa fyri eini verkstovu, har fólk sum arbeiða við ymsum sløgum av ítøkiligari náttúruvegleiðing fyri børn og ungdóm fingu høvi at hittast og at læra hvør av øðrum. Skipað varð fyri slíkari verkstovu í Østersund í Svøríki dagarnar 17. – 19. september. Verkstovan varð hildin í hugnaliga umhvørvinum á siðsøguliga útisavninum (frílandsmuseinum) “Jamtli” har í býnum, sí meira um staðið á: http://www.jamtli.com/3904.start.html
Íalt 27 náttúruvegleiðarar úr øllum Norðurlondum, tíverri undantikið umboð úr Grønlandi og Álandi, tóku lut í verkstovuni, umframt at 2 altjóða serfrøðingar á økinum vóru við og hildu fyrilestrar og í aðrar mátar løgdu lag á. Stýrisbólkurin luttók somuleiðis. Til tess at sleppa við á verkstovuna skuldu áhugaði fólk í vár senda inn 1 – 2 verkevni, ið tey ynsktu at arbeiða við. Stýrisbólkurin metti so í summar um innkomnu uppskotini, og valdi hvørji evni og hvørji fólk, ið sluppu at luttaka.
Úr Føroyum var so heppi, at 6 verkevni, hjá íalt 4 fólkum, sluppu gjøgnum fakligu metingina. Talan var um verkevni hjá Jón Kragesteen, ið starvast í Tórshavnar kommunuskúla, Annu Louisu Joensen, ið starvast við Nám-X, Herborg Nyholm Debess, ið starvast á Frískúlanum í Havn, og William Simonsen, ið starvast við Náttúrugripasavnið. Føroysk luttøka er altíð kostnaðarmikil, sammett við luttakarar av meginlandinum, og tí varð neyðugt at leita eftir fíggjarligum stuðli, um føroyski hópurin skuldi sleppa við. Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs játtaði tiltakinum stuðul, og eigur býráðið stóra tøkk uppiborna fyri beinasemið.
Føroysku luttakararnir hildu seg fáa sera nógv burtur úr verkstovuni í Østersund. Umframt fakliga ráðgeving frá hinum luttakarunum og serfrøðingunum til at gera síni egnu verkevni enn betur, fingu luttakararnir somuleiðis sera áhugavert innlit í, hvussu arbeitt verður við hesum evnum í øðrum londum, og undir ógvuliga ymiskum umstøðum kring í Norðurlondum. Har vóru dømi frá áunum í Havn, djúpastu skógunum í Finnlandi, Vesturbrúgv í Keypmannahavn og Snæfellsjøkli í Íslandi. Serfrøðingarnir, Søren Breiting úr Danmark og Lill-Ann Wolff úr Finnlandi, høvdu nógv at læra frá sær um mátan, ein skal arbeiða við hesum evnunum, um móttakarin (børnini og tey ungu) skulu taka við læru.
Stýrisbólkurin fer nú at viðgera øll tey lidnu verkevnini hjá luttakarunum, og tilfarið skal síðani gevast út í bóklingi hjá Norrøna Ráðharraráðnum (TemaNord), umframt at gerast atgongt á alnótini. Ætlanin er, at bóklingurin í komandi árum kann vera eitt dygdargott uppslagsverk hjá fólki, ið ynskja at søkja sær kunnleika og íblástur til náttúruvegleiðing fyri børn og ungdóm. Føroysku luttakararnir hava stóran áhuga í at nýta síni evni og sína vitan í føroyska samfelagnum. Tey frætta tí fegin aftur frá teimum, ið hava uppgávur á økinum, tað veri seg dagstovnar, skúlar, felagsskapir, myndugleikar o.s.fr. Tey kunnu hittast á:
Jón Kragesteen jon.kragesteen@skulin.fo , Anna Louisa Joensen joensens@live.com , Herborg Nyholm Debess hnyd@kallnet.fo og William Simonsen williams@savn.fo
Ætlanin er eisini nakað skjótt at fáa ment eitt stað á alnótini, ið kann gerast ein snúningsásur um ymisk evni og viðkomandi kunning viðvíkjandi náttúruvegleiðing.
Kvøldarhugni í gamlari stokkastovu, ið áður varð nýtt av skógarhøggarum at húsast í (mynd: Per Sonnvik).
Myndatekstur:
Myndin á forsíðuni: Henrik Zipsane, landsantikvarie, kunnar um Jamtli savnið (mynd: Per Sonnvik).
Myndin ovast: Bólkaarbeiði á skránni, her Riita (FI), Felix (DK), Anna Louisa (FO) og Anna (SE) (mynd: Per Sonnvik).
Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.