Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Norðurlendskur verkætlanarstuðul

Møguleiki er nú at søkja stuðul til verkætlanir fíggjaðar úr norðurlendskum grunnum. Norðurlendsku arbeiðsbólkarnir TEG (vistskipanir á landi) og AEG (vistskipanir á sjónum) lýsa nú eftir verkætlanum. Freistirnar at søkja stuðul eru ávikavist 1. juni 2009 og 1. juli 2009.

Lýst verður nú eftir umsóknum til verkætlanarstuðul fyri 2010, og millum annað er møguleiki at søkja pening úr grunnum, sum tveir norðurlendskir arbeiðsbólkar umsita. Umsóknirnar skula útfyllast elektroniskt umvegis heimasíðuna hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum www.norden.org. Eisini verður greitt frá hvørjar treytir verða settar umsøkjarunum.

Leinkjur
Freistin at søkja stuðul frá TEG bólkinum er 1. juni 2009. Nærri upplýsingar og treytir síggjast við at trýsta á leinkjuna her.
Freistin at søkja stuðul frá AEG bólkinum er 1. juli 2009. Nærri upplýsingar og treytir síggjast við at trýsta á leinkjuna her.


Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo