Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Norðurlendskur stuðul til verkætlanir

Nú kann søkjast um stuðul til verkætlanir frá norðurlendska arbeiðsbólkinum fyri vistskipanir á landi. Í 2019  verða verkætlanir raðfestar, ið snúgva seg um hóttanir móti lívfrøðiliga margfeldinum, burðardygt útilív og náttúruferðavinnu í norðurlondum.

Á hvørjum ári letur TEG, norðurlendski arbeiðsbólkinum fyri vistskipanir á landi,  fígging til viðkomandi verkætlanir. TEG hevur sum høvuðsendamál, at fyribyrgja afturgongd í lívfrøðiliga margfeldinum. Bólkurin arbeiðir eisini við náttúruvernd, útilívi og landslag- og mentanarumhvørvi.

Limirnir í arbeiðsbólkinum eru úr náttúru-, umhvørvis- og fornminnafyrisitingunum í øllum norðurlondum. Umboð fyri Føroyar er Maria Gunnleivsdóttir Hansen, lívfrøðingur, ið starvast sum málsviðgeri á Umhvørvisstovuni.  TEG er ein av átta arbeiðsbólkum í umhvørvissamstarvinum undir Norðurlendska ráðharraráðnum.

Treyt fyri fígging frá norðurlendsku arbeiðsbólkunum er, at verkætlanin hevur norðurlendskan áhuga, og hevur luttøku úr í minsta lagi trimum londum.

Les meira um mannagongdina at søkja um fígging á heimasíðuni hjá Norðurlanda ráðharraráðnum.

Eisini ber til at venda sær til, Siggu Jacobsen, samskipara fyri TEG, siggaj@us.fo, +298 234346.

Evsta mark at søkja um fígging er 18. juni 2018.