Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Norðurlendski havbólkurin fund á Umhvørvisstovuni

Í farnu viku hevði arbeiðsbólkurin um havumhvørvið undir norðurlendska ráðharraráðnum fund á Umhvørvisstovuni.

Uppgávan hjá bólkinum er at fáa til vega tilfar, sum kann vera støði undir einum felags norðurlendskum arbeiði fyri at verja og betra um havumhvørvið, m.a. í sambandi við altjóða samráðingar. Yvirskipaða málið er, at vistskipanirnar í havinum hava eina høga góðsku, og verða gagnnýttar á ein burðardyggan hátt.

Bólkurin fær á hvørjum ári eina játtan frá Norðurlendska ráðharraráðnum, sum verður brúkt til at stuðla verkætlanum, sum stuðla raðfestingarnar hjá bólkinum. Bólkurin hevur seinnu árini m.a. stuðla verkætlanum innan fyri hesi øki:
• kanningar av dálkandi evnum í havinum og ávísum djórum í havinum,
• lýsing av mannaskaptari ávirkan á vistfrøðina í havinum,
• lýsing av árinum av, at havið verður súrari,
• ávirkan av burturkasti frá skipum,
• skráseting av búskaparligum stýriamboðum innan skipaferðslu.

Les meira um bólkin her á heimasíðuni hjá norðurlendska ráharraráðnum her.

Bólkurin skipaði á heysti 2011 fyri ráðstevnu um havið í Norðurlandahúsinum (lesa meira her), har granskarar og fólk frá umsitingunum úr øllum norðurlondum samskiftu um nýggja vitan, kunnleika, royndir og hugskot um vistskipanarliga fyrisiting av havinum. Ráðstevnan var sera væl eydnað, og vóru niðurstøðurnar m.a. brúktar sum grundarlag undir nýggju umhvørvisvirkisskránni hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, sum fer at galda fram til 2018.

Norðurlendska samstarvið gevur okkum íblástur og eitt gott samstarv við starvsfelagar í hinum norðurlondunum, sum hevur stóran týdning fyri okkara arbeiði.
 

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, tlf. 342444, ella við at senda okkum ein teldupost  us@us.fo