Norðurlendska deildin fyri NetworkNature lanserað
Arbeiðir tú við náttúruloysnum í Norðurlondum? Ella ert tú áhugað í náttúru og umhvørvi og vilt hoyra meira um náttúruloysnir? NetworkNature Nordic Hub varð lanserað í Keypmannahavn í síðstu viku og nú ber til at tekna seg sum lim.
NetworkNature er eitt altjóða netverk, sum arbeiðir við at byggja brýr ímillum tey, sum arbeiða við náttúruloysnum runt um í heiminum. Seinastu mánaðirnar hevur ein arbeiðsbólkur, undir leiðslu av Umhvørvisstovuni, verið í gongd við at seta á stovn NetworkNature Nordic Hub, sum nú er lanserað.
Umleið 50 fólk møttust til lanseringina í Keypmannahavn og 12 ymiskar verkætlanir vórðu lagdar fram. Byrjað varð við eini setanarrøðu frá Jonas Wendel, virkandi aðalskrivara fyri norðurlendska samstarvið (Norðurlandaráðið og Norðurlendska ráðharraráðið). Aftaná greiddi Susanna Gionfra frá IUCN, altjóða deildini fyri náttúruvarðveitslu, frá endamálinum við NetworkNature og síðani vóru 12 framløgur frá granskarum, fakfólki og eldsálum frá fleiri Norðurlondum á skránni.
Endamálið við netverkinum er at spjaða vitan og at fáa samband við onnur, sum arbeiða innan økið, og tí vil netverkið hava so nógvar limir sum gjørligt – bæði privatpersónar og organisatiónir. Tað er ókeypis at tekna seg til netverkið, og tað kann gerast her: https://networknature.eu/networknature-nordic-hub
Send ein teldupost til jonao@us.fo við búmerkinum hjá organisatiónini, um tit vilja vísa, at tit arbeiða við náttúruloysnum og eru áhugað í at samstarva ella sparra við onnur.