Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nólsoyar orkufelag fingið umhvørvisgóðkenning og góðkenning av umhvørvisárinsmeting til vindmyllu

Umhvørvisstovan hevur tann 7. oktober 2011 umhvørvisgóðkent vindmylluna hjá Sp/F Nólsoyar Orkufelag. Og hin 11. oktober 2011 varð umhvørvisárinsmetingin fyri vindmylluna góðkend.

– myndirnar eru eftirgjørdar –

Umhvørvisgóðkenning

Vindmyllan í Nólsoy verður sett upp uppi á Brekkum, einar 300 m norðan fyri bygdina. Teir ampar, sum kunnu væntast at vera frá vindmylluni – umframt tað, at hon er sjónlig í umhvørvinum – eru óljóð, skuggakast og endurskin. 

Umhvørvisstovan hevur sett treyt um, at virksemið í minst møguligan mun elvir til ampa av endurskini og skuggakasti, og um ampar verða, mugu neyðug tiltøk setast í verk fyri at basa hesum ampum.

Nakað av óljóði kemur frá vindmylluni tá hon er virkin, og økist óljóðið við vindferðini. Markvirðið verða sett fyri, hvussu nógv óljóð kann koma frá vindmylluni við bústaðir og stovnar í og uttanfyri bústaðarøki við 6 m/s og 8 m/s. 

Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her

Almenna lýsingin av umhvørvisgóðkenningini er her

Les meira um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her

 

Umhvørvisárinsmeting

Fyri at fáa loyvi til elframleiðslu sambært elveitingarlógini, skal verða gjørd umhvørvisárinsmeting av verkætlanini, og skal metingin verða góðkend. 

Nólsoyar orkufelag hevur latið gera umhvørvisárinsmeting, har mett verður um ta ávirkan, sum verkætlanin kann væntast at hava á náttúru, umhvørvi og onnur viðurskifti. Endamálið við metingini er at tryggja, at ávirkanin er væl lýst, so sleppast skal undan óvæntaðum avleiðingum av vindmylluni. 

Sambært umhvørvisárinsmetingini verða markvirðini, sum eru sett í umhvørvisgóðkenningini, yvirhildin við hesi vindmylluni. 

Umhvørvisstovan hevur gjørt vegleiðing um, hvussu umhvørvisárinsmetingar fyri vindmyllur skulu gerast. Les vegleiðingina her.

Umhvørvisstovan hevur viðgjørt og góðkent umhvørvisárinsmetingina hjá Sp/F Nólsoyar Orkufelag, les her. 

Almenna lýsingin av góðkenningini av umhvørvisárinsmetingini er her

 

Umhvørvisgóðkenningin og umhvørvisárinsmetingin kunnu kærast

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina ella umhvørvisárinsmetingina til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi týsdagin 10. november 2011.
 

Nærri fæst at vita við at ringja til Eyð Eidesgaard, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo