Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nokta oljudálking

Reiðaríið hjá Kapitan Gorbachev hevur sett trygd fyri bótini, men játtar seg ikki sekt.

Noktar seg sekan
Mánadagin seinnapart fekk umboðsmaðurin fyri reiðaríið hjá russiska trolaranum Kapitan Gorbachev, Arkhangelsk Trawl Fleet, handað sektaruppskot á 50 túsund krónur frá Umhvørvisstovuni fyri oljudálkingina í Nólsoyarfirði hóskvøldið 16. apríl 2009.
Reiðaríið hjá Kap. Gorbachev hevur veitt trygd fyri bótini, men játtar seg ikki sekt í at hava brotið ásetingina í havumhvørvislógini um oljudálking.
Málið verður latið ákæruvaldinum
Mál um oljudálking kunnu avgerast uttan rættarúrskurð, um tann skuldsetti játtar seg sekan og váttar at vilja rinda ásettu bótina áðrenn ásettu freist. Tá tann skuldsetti ikki játtar seg sekan verður málið latið ákæruvaldinum.
Bótarstødd sett eftir oljunøgd
Sambært havumhvørvislógini skal bót fyri ólógliga burturbeining av olju á sjógv verða ásett eftir tí nøgd av olju, sum er farin á sjógv.
Sektaruppskotið er grundað á, at 1.000 litrar av olju runnu á sjógv.
Mett verður tó, at talið kann vera væl hægri en hetta, kanska heilt upp til 5 ella 10 tús. litrar.

Her ber til at síggja myndir frá oljudálkingini.
Les meira um oljudálkingar her
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.