Netfyrilestur um battaríburturkast í norðurlendskum smásamfeløgum
Mikudagin 19. juni kl. 12.00 verður netfyrilestur um verandi handfaring av battaríburturkasti í Føroyum, Bornholm og Íslandi. Fyrilesturin tekur støði í nýggjari frágreiðing, ið er gjørd fyri smásamfelagsbólkin og arbeiðsbólkin fyri ringbúskap undir Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Seinastu mongu árini hevur nýtslan av battaríum verið vaksandi, bæði altjóða og í norðurlendskum høpi. Vøksturin hevur avbjóðingar við sær; eitt nú, at battarí ikki verða burturbeind á rættan hátt. Undir netfyrilestrinum verða úrslitini og viðmælini úr frágreiðingini løgd fram. Sambært frágreiðingini er eitt nú tørvur á:
– Vegleiðing og stuðul til at fáa sum mest burturúr battaríum, og til innsavning av battaríburturkasti.
– Betri innsavningar- og goymsluskipanir, sum stuðla undir, at battarí kunnu goymast í longri tíð, áðrenn tey verða send til endurnýtslu.
– At seta í verk framleiðara- ella innflytaraábyrgd, soleiðis at kostnaðurin av at burturbeina t.d. elbilar er íroknaður í søluprísinum.
Tekna teg til fyrilesturin við at senda teldupost til apo@norion.dk.
Les frágreiðingina “Batterier i nordiske småsamfund” her.
Styttri policy briefs fyri Bornholm, Føroyar og Ísland kunnu lesast her.