Rotta
Rotta er eitt gnagdjór t.v.s. eitt súgdjór við hvøssum framtonnum, sum veksa alt lívið og finnast tað á leið 60 ymiskt rottusløg kring allan heimin. Í Føroyum eru vit nervað av tí brúnu rottuni (Rattus norvegicus).
Rotta er eitt skaðadjór, sum ger óbótaligan skaða á okkara náttúru, serliga okkara fuglalív. Rotta kann gnaga gjøgnum alt, sum er bleytari enn jarn. Rotta ger tískil stórar skaðar á materiel virðir, eitt nú ravmagnsbúnað og spillivatnskipan. Harafturat er rotta ein smittuberi, sum berur sjúkur millum menniskju, millum djór, men eisini djór til menniskja. Hetta eru høvuðsorsøkirnar til at rotta verður týnd.
Á hesi síðu kanst tú lesa meira um rottu, tekin um rottu og hvat tú skal gera um tú sær eina rottu.
Um rottu
Tann brúna rottan er í miðal 40 cm long, harav eru uml. 17 cm hali og hon vigar millum 200–350 gram. Pelsurin er brúnur ella grábrúnur á liti, meðan hon um búkin ber ljósari lit, hvítt ella grátt tónað. Halin er langur, ljósur og næstan berur, tó ber til síggja grov svørt hár á halanum. Tann brúna rottan verður kynsbúgvin tá hon er millum 8-12 vikur gomul, hon leggur 2-7 ferð árliga og fær einar 8-10 ungar hvørja ferð.
Tann brúna rottan dugir væl at laga seg eftir umstøðunum, er sera forvitin, men eisini varin og illtrúgvin. Júst hesir eginleikar hjálpa rottuni at yvirliva og gera eisini hana ómetaliga torføra at týna. Tískil er umráðandi, at kommunur hava eina vælskipaða rottutýning, og hvørs starvsfólk hava eina holla vitan um fyribyrging og týning av rottu. Allir borgarar mugu samstundis gera sítt fyri at fyribyrgja, at rotta støðast á sínum ognum.
Tekin um rottu
1. Skarn eftir rottu – Rottulortar eru størri enn músalortar, umleið 15-20 mm langir, 5-6 mm tjúkkir.

2. Ringur luktur – Har rotta er, luktar ofta illa, eins og av kloakk
3. Gnagað hol – Rottur gnaga sær hol gjøgnum gólv, veggir og annað, og holini eru ofta rund. Rotta kann gnaga hol á evni bleytari enn jarn
4. Grivin hol – Hol í túninum, eitt nú inni við grundina, við ristir ella rør, kunnu vera tekin um, at rotta hevur grivið har og máað undan.
5. Ljóð – Hoyrir tú okkurt klóra og skava, kann tað vera mús ella rotta. Hoyrir tú eisini gníst og hvin, er tað heldur rotta.
Visti tú at:
- Ein rotta kann leypa umleið 70 cm upp.
- Ein rotta kann grava og gnaga seg gjøgnum alt, sum er bleytari enn jarn.
- Ein rotta er sera smidlig og sleppur gjøgnum hol, sum eru so smá sum 2 cm í tvørmáti.
- Ein rotta kann grava seg 50 cm niður í lendið.
Føði
Rottur eta alt, frá fuglafræ til seyðasparl.
Lat ikki matleivdir liggja úti. Gevur tú fuglum, so gev bert so mikið sum teir eta eftir einari løtu.
Tá seyður ella onnur djór verað fóðrað, skal fóðrið ikki sløðast um økið og verða uppi hvørja ferð givið verður.
Fóður, sum verður goymt í úthúsum, skal vera í lufttøttum ílati, so rottan ikki fær tevið av tí.
Hav tættar hurðar inn í fjós og úthús, og lat ikki hurðina standa opna.
Goymistøð
Lat ikki órudd liggjandi uttanfyri, sum rottan kann reiðrast í.
Tett øll hol í veggjum og múrum. Hav eftirlit við, at ristir, rør og annað er heilt, og at tað ikki gloppar rundan um hesi støð.
Lat úthurðar aftur.
Um tú sært rottu
Vit hava øll skyldu at boða frá rottu. Kommunan eigur ábyrgdina at týna rottu. Tí skal kommunan hava fráboðanina sum skjótast, so týningin kann setast í verk.
Verður rotta, ella tekin um rottu, sædd í rottufríari oyggj, og ikki ber til at fáa fatur á kommununi, skal fráboðast á tlf. 342412 (vaktartelefonin hjá Umhvørvisstovuni).
Í yvirlitinum niðanfyri finnur tú telefon nr. og teldupost adressum hjá øllum kommunum í landinum. Um tú trýstir á leinki (kommununavnið), kemur tú inn á heimasíðuna hjá kommununi, har tað ofta er greitt nærri frá um rottu.
Týning av rottu
Kommunan eigur uppgávuna at týna rottu.
Í teimum oyggjunum, har rotta er, ræður um at gera tað so óliviligt fyri tær sum gjørligt. Rotta trívist, har hon hevur føði og goymistøð.
Aktingarfólkið kannar, hví rotta er á staðnum. Eru slóðir og hol? Hvar fær rottan føðslu og hvar er búgvið.
Er tilburðurin uttandura, verður ein kassi við eitri settur út. Aktingarfólkið kannar regluliga kassan. Er etið av rottueitrinum, verður nøgdin hildin við líka. Tryggjað verður, at onnur føði ikki er nærhendis at finna hjá rottuni. Er rotta fráboðað innandura, verða fellur settar upp og onki eitur brúkt. Hetta fyri at sleppa undan, at deyð rotta liggur undir gólvinum ella millum skins og hold. Deymurin av deyðari rottu er ramur í langa tíð.
Rottueitur
Kommunur skulu bíleggja rottueitur gjøgnum Umhvørvisstovuna.
Eina ella tvær ferð um ári sendir Umhvørvisstovan øllum kommunum ein bíleggingarseðil, sum tær innan eina ávísa freist skulu lata Umhvørvisstovuni aftur.
Næstu ferð til ber at bíleggja er: Oktobur 2026.
Tá eitrið er komið til landi, koyrir Faroe Ship eitri út til allar kommunur sum hava bílagt eitur. Útreiðsluna fyri flutning rinda kommunurnar sjálvar.
Tá vit hava fingið rokningina fyri vøru og toll, sendur Umhvørvisstovan eina rokning til kommunurnar.
Eitt avgreiðslugjald á kr. 50 verður lagt omaná rokningina.
Umráðandi er, at kommunurnar halda seg til tey vanligu rottueitrini, sum innihalda cholecalciferol, coumatetralyl ella chlorophacinon. Eitt nú hesi rottueitur:
- Exittus
- Racumin pasta
- Racumin foam
- Rozol korn’tech
- Rozol, pasta
- Rozol, blok
Umframt rottueitur, ber eisini til at bíleggja aðrar vørur, sum millum annað verða brúktar til yvirvøku. Eitt nú Detex Blox og Provoke lokkingarmat.
Um ein kommuna er noydd at bíleggja rottueitur uttanum árligu felagsbíleggingar er møguligt at keypa eitur beinleiðis frá Umhvørvisstovuni, sum hevur eina minni goymslu av teimum mest brúktu eitursløgunum. Tað er tískil ikki møguligt at keypa størri nøgdir av eituri frá hesari goymslu, men nokk til at kunna týna munagott, til næstu bílegging.
Rottufríar oyggjar
At halda rottu burtur úr teimum oyggjum, hagar hon enn ikki er komin, hevur sera stóran týdning fyri náttúruna, ikki minst fyri fuglalívið. Rotta legst í fuglabjørg og fuglabøli og etur eggini. Hon kann gera óbótaligan skaða á fuglastovnarnar, sleppur hon framat.
Størsti vandin fyri spjaðing av rottu til rottufríu oyggjarnar er flutningur av vøru og fóðri.
Flutningsfeløg og onnur, sum flyta frakt og vøru millum oyggjarnar, hava skyldu at tryggja, at vøra, sum tey flyta, ikki hevur rottu við sær. Hetta verður millum anna gjørt við at fylgja mannagongd sum umhvørvisstovan hevur ment, um hvussu vøra verður pakkað og merkt við serligum merkiseðli
Fyritøkur, sum flyta inn fóður til Føroyar, skulu tryggja sær, at henda vøran ikki ber rottu við sær, og skulu pakka vøruna av nýggjum, eftir at hon er komin til landið, um ivamál kann vera um, at rotta kann goyma seg í vøruni.
Vøra, sum verður flutt millum oyggjar, skal vera í heilum posa, t.v.s. at ásettir fóðursekkir skulu ikki flytast til rottufríar oyggjar.
Alifeløg hava skyldu at tryggja, at fóðurflutningur til rottufríar oyggjar ikki ber rottu við sær, og tey eiga at kunna síni starvsfólk um teirra skyldur viðvíkjandi flutningi til rottufríar oyggjar.
Umborð á ferjum skal eftirlit vera. Har skal haldast reint og ruddiligt, og bingjur til burturkast skulu vera rottutættar. Vørugoymslur umborð eiga at vera rottutættar. Harafturat skal skeltast, soleiðis at viðskiftafólk eru varug við, at tey ferðast til rottufría oyggj.
Skeið um at fyribyrgja og týna rottu
Skeiðið er serliga ætlað aktingarfólki hjá kommununum, men er eisini viðkomandi hjá fólki sum, arbeiða í fyrisitingini hjá kommunum, arbeiða við spillivatnsskipanum ella fyritøku har fyribyrging og týning rottu er liður í arbeiðinum, húsavørðum og øðrum. Næsta skeið verður væntandi á vári 2027.
Fyri at fyribyrgja og týna rottu, er neyðugt at hava holla vitan um rottu, rottueitur, fellur o.a., og er ætlanin at tey, sum arbeiða við at fyribyrgja og týna rottu, skulu verða løggildað. Fyri at fáa løggilding er tað ein treyt at hava luttikið á skeiðinum ella samsvarandi skeiði í eitt nú Danmark.
Um skeiðið
Skeiðið verður skipað sum fyrilestrar, bólkaarbeiði, praktiskar royndir og kjaki millum luttakararnar.
Ann-Charlotte Heiberg, sum fer at undirvísa á skeiðnum, er millum fremstu donsku serføðingar á økinum. Ann-Charlotte hevur breiða vitan um m.a. lívfrøði og atburð hjá rottu, eitur og mótstøðuføri og fyribyrging og týning av rottu. Síðani 2004 hevur Ann-Charlotte Heiberg verið undirvísari og skeiðsleiðari á løggildingarskeiði í rottutýning hjá Miljøstyrelsen í Danmark.
Á skeiðinum leggja vit dent á hesi evnini:
Lóggáva sum hevur samband við rottu
• Lívfrøði hjá rottu og mús– eitt nú lívsháttur og vanar v.m.
• Fyribyrging og týning av rottu í bygdum og óbygdum økjum
• Rottu- og músaeitur, nýtsla og virknaður
• At rottutryggja bygningar og kloakkir, at finna brek í kloakkini
• Hvussu skal týnarin ansa eftir sær sjálvum
• Smittuvandi frá rottu og mús
• Yvirvøka og tilbúgving
• Skráseting av fráboðanum, uppfylging, átøk at fyribyrgja og týna rottu í kommununi
Løggilding sum rottutýnari
Fyri at fyribyrgja og týna rottu, er neyðugt at hava holla vitan um rottu, rottueitur, fellur o.a. Ætlanin er, at aktingarfólk o.o., sum arbeiða við at fyribyrgja og týna rottu, skulu verða løggildað, eins og í londum kring okkum.
Tey, sum luttaka á skeiðinum og standa próvtøkuna, kunnu verða løggildað rottutýnarar. Løggildingin verður eftir ætlan galdandi í fimm ár.
Próvtøka
Skeiðið endar við próvtøku. Fyri at verða løggildur rottutýnari, er neyðugt at standa próvtøkuna.
Sum hjálp hjá fólki, sum hava trupulleikar við at lesa, orsakað av orðblindni ella aðrari orsøk, kunnu spurningarnir til próvtøkuna verða lisnir upp.

