Einki úrslit
Undanfarna síða
Leiting framd av
Næsta síða

Rottufríar oyggjar

Av 18 oyggjunum í Føroyum eru 11 rottufríar: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun.

Kommunur, sum varða av rottufríum oyggjum, hava sambært Kunngerð nr. 65 frá 6. juli 2026 um fyribyrgja og týna rottu skyldu at fyribyrgja at rotta kemur til rottufría oyggj. Besta fyribyrgingin er at tryggja, at rotta ikki verður flutt við fólki, fæ ella farmi, sí niðanfyri um Flutningur til rottufríar oyggjar.

Herumframt skulu kommunur, ið varða av rottufríum oyggjum, fyriskipa yvirvøku av rottu í oynni, sí niðanfyri um Yvirvøku.

Verður rotta ella tekin um rottu sædd í rottufríari oyggj, skal kommunan fráboðast alt fyri eitt, les meira her.

Um tað óhepna skuldi hent, at rotta verður sædd í einari rottufríari oyggj, skal kommunan seta í verk tilbúgvingina, sí niðanfyri um Tilbúgving.

At halda rottu burtur úr teimum oyggjum, hagar hon enn ikki er komin, hevur sera stóran týdning fyri náttúruna, ikki minst fyri fuglalívið. Rotta legst í fuglabjørg og fuglabøli og etur eggini. Hon kann gera óbótaligan skaða á fuglastovnarnar, sleppur hon framat.

Á hesi síðu

Tilbúgving

Fær kommunan fráboðan um rottu í rottufríari oyggj, skal kommunan beinan vegin seta tilbúgvingina at týna rottu í verk og alt fyri eitt fráboða Umhvørvisstovuni og møguligum grannakommunum.

Sambært rottukunngerðini skulu kommunur, ið varða av rottufríum oyggjum, skulu í seinasta lagi 1. juni 2027 hava eina tilbúgving fyri at týna rottu. Avrit av tilbúgvingarætlanini skal latast Umhvørvisstovuni til kunningar.

Fyri at lætta um hjá kommunum at koma í gongd við at orða eina tilbúgvingarætlan, hevur Umhvørvisstovan gjørt eitt uppskot til hvussu ein slík ætlan kann síggja út. Ella rættari: vit hava gjørt ein leist, til kommunur at fylla út við nærri upplýsingum um egna skipan.

Her finnur tú Leist fyri tilbúgving

Yvirvøka

Tað hevur stóran týdning, at kommunur, sum vara av rottufríum oyggjum, áhaldandi fylgja væl við um rotta kann vera spjødd oynna. Jú meira ferðsla og flutningur til oynna, tess størri er vandin fyri at rotta fyrr ella seinni onkursvegna verður flutt til oynna.

At hava skipaða yvirvøku er við til, at kommunan, skjótari enn annars, gerst varig við, um rotta er komin í oynna og tí eisini fyrr enn annars kann fanga rottuna ella seta í gongd týning.  

§ 12. Kommunur, ið varða av rottufríum oyggjum, skulu í minsta lagi fýra ferðir um árið skipa fyri yvirvøku av rottu í oynni. Yvirvøkan skal gerast sambært vegleiðing frá Umhvørvisstovuni, og úrslitini latast Umhvørvisstovuni í seinasta lagi 1. mars á hvørjum ári.

Her finnur tú Vegleiðing um yvirvøku á rottufríum oyggjum

Endamálið við vegleiðingini er at lýsa, hvussu yvirvøka við rottu kann skipast við yvirvøkutunlum og blekkkortum. T.v.s. eini yvirvøku, har yvirvøkutunlar verða lagdir út á støð, har rotta mest sannlíkt reikar ella heldur til. Við jøvnum millumbilum verða blekkkort við lokkingarmati løgd í tunlarnar. Rotta, sum fer eftir matinum, fær blekk undir labbarnar, sum smittar av á hvíta partin av blekkkortinum, og soleiðis hevur rottan avdúkað seg sjálva.


Flutningur til rottufríar oyggjar

Størsti vandin fyri spjaðing av rottu til rottufríu oyggjarnar er flutningur av vøru og fóðri.

Flutningsfeløg og onnur, sum flyta frakt og vøru millum oyggjarnar, hava skyldu at tryggja, at vøra, sum tey flyta, ikki hevur rottu við sær. Hetta verður millum anna gjørt við at fylgja ávísari mannagongd, sí niðanfyri.

Fyritøkur, sum flyta inn fóður til Føroyar, skulu tryggja sær, at henda vøran ikki ber rottu við sær, og skulu pakka vøruna av nýggjum, eftir at hon er komin til landið, um ivamál kann vera um, at rotta kann goyma seg í vøruni.

Vøra, sum verður flutt millum oyggjar, skal vera í heilum posa, t.v.s. at ásettir fóðursekkir skulu ikki flytast til rottufríar oyggjar.

Alifeløg hava skyldu at tryggja, at fóðurflutningur til rottufríar oyggjar ikki ber rottu við sær, og tey eiga at kunna síni starvsfólk um teirra skyldur viðvíkjandi flutningi til rottufríar oyggjar.

Umborð á ferjum skal eftirlit vera. Har skal haldast reint og ruddiligt, og bingjur til burturkast skulu vera rottutættar. Vørugoymslur umborð eiga at vera rottutættar. Harafturat skal skeltast, soleiðis at viðskiftafólk eru varug við, at tey ferðast til rottufría oyggj.

Fyri at økja um trygdina fyri, at vøra, sum kemur til rottufríar oyggjar, ikki er fongd við rottu, hevur Umhvørvisstovan heitt á virkir, heilsølur og handlar, um at fylgja hesi mannagongd, tá vøra verður pakkað og merkja hana við serligum merkiseðli.

Mannagongd tá vøra verður send til rottufría oyggj

HEILSØLAN/HANDILIN

  1. Kanna vøruna væl (Visuell inspektión. Er tekn um rottu? Er hol á vøru?).

   2. Pakka vøruna við plastfoliu, soleiðis, at øll vøran er dekkað (eisini platturin, so rotta ikki sleppur inn undir plattin).

   3. Fyll út merkiseðilin ”Eftirlit við vøru til rottufríar oyggjar”

    • “Sendari”: Skriva navnið á heilsølu/handli

    • “Er vøran heil og óskalað”: Skriva “Ja” (annars kann vøran ikki sendast!)

    • “Vátta”: Skriva undir og dagfest

   4. Set merkiseðilin á innpakkaðu vøruna.

   5. Pakka vøruna sama dag, sum hon verður send.

   6. Vøran skal í størst møguligan mun standa innandura til hon verður send.

FLUTNINGUR

   7. Um vøran ikki fer avstað beint sum hon er pakkað (og merkt við merkiseðli), men hevur staðið eina tíð á goymslu ella úti, t.d. á eini kai ella við ein tyrlupall, skal tann, sum flytur vøruna víðari, kanna vøruna (Visuell inspektión. Er tekn um rottu? Er hol á vøru?) og vátta á merkiseðilinum, at vøran er heil og óskalað, áðrenn hon verður flutt víðari.

   8. Um vøra fær skaða undir flutningi, eigur flutningsfólkið, ella tann, sum tá hevur vøruna um hendi, beinanvegin at bøta um skaðan, t.d. klistra fyri, og skriva viðmerking um hetta á merkiseðilinum.

MÓTTAKARIN

   9. Um móttakarin varnast, at vøran ikki er heil og óskalað, eigur móttakarin at kanna vøruna serliga væl, ella senda hana aftur til sendaran.

 10. Um eingin merkiseðil er á vøruni, eigur móttakarin at gera vart við tað hjá heilsøluni/handlinum, ella hjá Umhvørvisstovuni

 11. Um tann, sum hevur flutt vøruna til oynna, ikki hevur váttað á merkiseðilinum, eigur móttakarin at gera vart við tað hjá heilsøluni/handlinum, ella hjá Umhvørvisstovuni

Bílegg merkiseðlar

Umhvørvisstovan hevur gjørt avtalu við Føroya Prent um samprent, so handlar og heilsølur kunnu bíleggja merkiseðlar fyri ein lægri kostnað.

Bílegging fer fram við at senda ein teldupost til info@foroyaprent.fo.

Kostnaður (sept. 2021):

Allir prísir eru uttan mvg.

Eisini ber til at skriva merkiseðilin út sjálv/ur.

Tá vøran kemur fram til móttakarin, gevur merkiseðilin ávísa trygd fyri, at serligt ansi er tikið, tá vøran varð pakkað og í sambandi við flutning.

Dømi: Vøra av heilsølu í Havn, sendast til Mykinesar við tyrlu

Heilsølan pakkar vøruna smb. mannagongd, koyrir merkiseðilin á og váttar.Førarin av flutningbili kannar vøruna áðrenn hon fer umborð; váttar á merkiseðlinum, at vøran er heil og óskalað og koyrir hana vestur á flogvøllin. (Hetta pkt. er bara neyðugt, um vøran ikki verður koyrd í flutningsbilin beint sum hon er pakkað.)Atlantic Airways kannar vøruna áðrenn hon fer við tyrluni, og váttar á merkiseðlinum, at vøran er heil og óskalað. Um vøran fer við báti, er tað ein av manningini á bátinum, sum kannar og váttar.Tá vøran kemur til Mykinesar, skal starvsfólkið á tyrlupallinum kanna vøruna og vátta á merkiseðlinum, beint eftir at vøran er komin. (Hetta pkt. er bara neyðugt, um móttakarin av vøruni ikki er til staðar tá tyrlan kemur.)Móttakarin kannar vøruna og merkiseðilin tá hann/hon fær vøruna.

Í Føroyum er 11 oyggjar, har eingin rotta er: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun.

Tað hevur sera stóran týdning at fyribyrgja, at rotta fær fótin fyri seg á hesum oyggjum. Kemur rotta til hesar oyggjar, verður tað til óbótaligan skaða fyri fuglastovnarnar.

Kunngerð nr. 147 frá 16. november 2017 um fyribyrging og týning av rottu setir krøv til heilsølur, handlar og o.o., sum senda vøru til rottufríar oyggjar og til øll, sum flyta fólk, fæ og farm til hesar oyggjar.

§ 7, stk. 1 Øll, sum flyta fólk, fæ ella farm til rottufría oyggj, skulu tryggja, at rotta ikki verður flutt við teimum út á rottufría oyggj.

§ 7, stk. 4. Virki, heilsølur, handlar o.o., ið senda vørur til rottufría oyggj, skulu tryggja sær, at vøran ikki er fongd við rottu, og at vøran er pakkað og goymd soleiðis, at rotta ikki kann sleppa framat.