Náttúran má við í planleggingina
Í gjár savnaðist náttúrunetverkið á fundi á Umhvørvisstovuni á Argjum. Umleið 40 fólk frá m.a. byggivinnuni, fíggjargeiranum, almennari náttúrufyrisiting, sjálvbodnum felagsskapum og kommunum kring landið hittust fyri at viðgera, hvussu vit kunnu fara betur um náttúru okkara í Føroyum.
Jóhan Pauli Helgason frá Visit Faroe Islands helt eina framløgu um náttúru og ferðavinnu, og Heidi H. Poulsen frá MAP arkitektar helt eina framløgu um náttúru og arkitektur. Semja var um, at tað er tørvur á at hava nógv størri fyrilit fyri náttúruni bæði áðrenn, undir og aftaná hvørja byggiverkætlan, vit seta í gongd.
Eftir framløgurnar var orðið frítt, og fleiri nýttu høvið til at seta spurningar og gera viðmerkingar. Umframt náttúru og planlegging varð eisini tosað um ferðafólk, fornminni, árinskanningar og -metingar, seyðahald og vátlendi. Fleiri nýggj hugskot komu undan kavi, og fundir um ítøkilig evni settir á skrá.
– Tað er altíð virðismikið at seta ymiskar fakbólkar saman uppá henda mátan, siga stigtakararnir og vísa á, at ætlanin er at skipa fyri einum størri, almennum tiltaki komandi heyst.
Tað var í septembur í fjør, at starvsfólk á Umhvørvisstovuni tóku stig til at stovna eitt náttúrunetverk. Endamálið var at savna fólk, sum á ymiskan hátt arbeiða við ella hava ávirkan á náttúru og lívmargfeldi í Føroyum, og at skapa eitt forum fyri hugskotsmenning á økinum.
Øll náttúruáhugað eru vælkomin at gerast limir í netverkinum við at senda ein teldupost til SiggaJ@us.fo ella JonaO@us.fo. Næsti fundur í netverkinum verður 18. mai 2022.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Jónu Ólavsdóttir, Umhvørvisstovan, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo