Náttúran hevur brúk fyri einum “París-sáttmála”
3000 norðurlendsk ungfólk halda, at nógv meiri munadygd má í arbeiðið at verja og endurbyggja náttúruna. Tíðin er komin at gera ein “París-sáttmála fyri náttúruna.”
Trý túsund ungfólk úr Norðurlondum gera vart við sína stúran um kreppuna, lívmargfeldið í heiminum er í. Tey hava í felag gjørt eina yvirlýsing í nítjan punktum, har tey vísa á, hvat tey halda skal gerast fyri at bjarga lívmargfeldinum.
Samanumtikið halda norðurlendsku ungfólkini, at nógv meiri munadygd má í arbeiðið at verja og endurbyggja náttúruna. Tíðin er komin at gera ein “París-sáttmála fyri náttúruna.”
Yvirlýsingin er gjørd burtur úr niðurstøðum, sum millum annað eru komnar fram á verkstovum um margfeldi, sum vórðu hildnar kring Norðurlond. Umhvørvisstovan var vertur fyri eina slíka verkstovu í Føroyum í fjør.
Mikudagin annan juni verður yvirlýsingin løgd fram og orðaskifti um hana verður við norðurlendsku ráðharrarnar fyri umhvørvi og tinglimir. Umboð fyri tey ungu aftan fyri tey 19 punktini verða sjálvandi eisini við.
Tiltakið verður stroymt á netinum, og tað ber til hjá øllum at vera við.
Mikudagin 2 juni kl 16-18 okkara tíð.
Ver við á netinum, tekna teg: https://www.altinget.dk/arena/konference/roundtable
Stroymingin á Facebook: https://fb.me/e/10IvwItUq